Grein um Parkinsons sjúku í Føroyum
Í nýggjari grein verða kanningar av ymsum íleguvariantum og sambandi teirra við Parkinssons sjúku lýstar. Kanningar eru gjørdar av ílegum hjá 91 Parkinsons sjúklingum og 96 kontrolfólkum (frískum fólki til samanberingar) í Føroyum. Niðurstøðan er, at tað ikki ber til at siga, at sjáldsamir íleguvariantar, sum áður hava verið knýttir at Parkinssons sjúku í Føroyum, hava stórvegis týdning fyri útbreiðsluna.
Greinin kallast “Parkinson's disease, genetic variability and the Faroe Islands” og er í tíðarritinum Parkinsonism & Related Disorder
Høvundarnir eru Maria Skaalum Petersen, Ilaria Guella, Sara Bech, Emil Gustavsson og Matthew J. Farrer
Greinin kann lesast her
Granskingargrunnurin fíggjar lutvís verkætlan hjá Mariu Skaalum Petersen um genetiskar orsøkir til Parkinsons sjúku í Føroyum.. Les meira í Stuðulsyvirlitinum