Grein um møði og hvíld í úrvalsfótbólti
Fyrr í vikuni út grein í vísindaliga tíðarritinum Journal of Human Kinetics, sum Magni Mohr og starvsfelagar hava skrivað um møði og hvíld í úrvalsfótbólti.
Sjálv kanningin er fíggjað av Granskingargrunninum og er framd í Føroyum og í Svøríki og er samstarv ímillum føroyskar, danskar, svenskar og grikskar granskarar, har Magni Mohr er verkætlanarleiðari. Hetta er seinna greinin frá verkætlanini.
Greinin kannar møðis- og hvíldarmynstur í ymiskum vøddabólkum eftir ein simuleraðan fótbóltsdyst hjá mannligum úrvalsleikarum. Úrslitini vísa m.a. at ymiskir vøddabólkar møðast ymiskt og hava ymisk hvíldarmynstur eftir ein dyst. Eisini verður víst, at stórur munur er á, hvussu ymisku vøddabólkarnir møðast og hvíla hjá einstøku leikarunum.
"Okkara kanning vísir, at leikarar møðast og hvíla sera ymiskt og eiga tí av verða "screenaðir" fyri serstøk møðis- og hvíldarmynstur fyri at kunna leggja venjing og hvíld til rættis fyri einstaklingin", sigur Magni Mohr, sum hevur nógvar royndir við kropsligum venjingum í fótbólti á altjóða stigi og hevur skrivað fleiri bøkur um evnið.
"Í úrvalsfótbólti eru nógvir skaðar, og ein høvuðsorsøk er, at hædd ikki verður tikið fyri serligu støðuni hjá einstaklinginum", sigur Magni Mohr, sum metir, at hetta er avgerandi fyri at verja leikaran ímóti skaðum.
Greinin kann frítt lesast her
Les meira um verkætlanina her