Grein um modell fyri orkusparing
Jóan Petur Petersen hevur saman við Dánjal Jákupi Jacobsen og Ole Winther grein í altjóða tíðarritinum Journal of Marine Science and Technology. Greinin kallast “Statistical modelling for ship propulsion efficiency” Les greinina her.
Greinin er úrslit av Ph.D.verkætlanini hjá Jóan Petur Petersen, “Mining of Ship Operation Data for Energy Conservation”, sum hann hevur arbeitt við seinnu árini. Jóan Petur arbeiðir hjá fyritøkuni Decision 3 og er innskrivaður til Ph.D.lestur við DTU. Væntandi verður Ph.D.verjan tíðliga í 2012.
Tað er Føroyagrunnurin, sum hevur latið dyggan stuðul til hesa verkætlanina. Granskingarráðið umsitur stuðulin sambært avtalu við Føroyagrunnin.
Les meira um verkætlanina her.
Les eisini um Jóan Petur Petersen í Heilagrunninum.