Grein um laksalús í Sundalagnum í altjóða tíðarriti
Greinin ”Abundance and distribution of planktonic Lepeophtheirus salmonis and Caligus elongatus in a fish farming region in the Faroe Islands” er komin út í vísindaliga tíðarritinum Aquaculture Environmental Interactions. Tað er Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, ið saman við øðrum hevur skrivað greinina.
Greinin greiðir frá mátingum av teimum fyrstu búningarstigunum hjá laksa- og seiðalús í sjónum. Hesar mátingar vórðu gjørdar í Sundalagnum í tíðarskeiðinum frá november 2013 til juni 2014. Tvær ferðir vórðu mátingar gjørdar í øllum økinum frá sunnast í Tangafirði og norður til Eiðis, umframt at støðir báðu megin Streymin vórðu vitjaðar regluliga aðru- til triðjuhvørja viku.
Laksa- og seiðalús spjaðast einamest, tá tær eru í teimum fyrstu búningarstigunum. Talan eru um sonevndar naupliur, ið eru um 0.5 mm til støddar, og sum aftan á tríggjar til seks dagar búnast til sokallaðir kopepodittar, ið eru um 0.8 mm til støddar. Kopepodittarnir sveima frítt uppi í sjónum, til teir seta seg á ein vert, t.d. ein laks.
Úrslitið av hesum arbeiðinum er sera grundleggjandi, um skil skal fáast á, hvussu hesi skaðadjór spjaðast. Tey fyrstu av hesum úrslitunum vórðu løgd fram á altjóða vísindaráðstevnu í Portland Maine í USA seinasta heyst. Fleiri útlendskir stovnar hava roynt at gjørt líknandi mátingar seinastu árini, uttan at tað tó er eydnast, og vakti tað tí stóran ans á ráðstevnuni, tá føroysku úrslitini vórðu løgd fram. Kanningarnar vístu, at fyrstu búningarstigini hjá laksalús í stóran mun ferðast við rákinum í ovastu metrunum av sjónum, sum í stóran mun er ávirkað av vindi. Tað sama varð ikki funnið hjá seiðalúsini, helst tí at hon hevur eitt annað ferðingarmynstur upp og niður í sjógvin. Eisini er ávirkanin av árstíðunum á hesi bæði lúsasløgini rættuliga ymisk. Hjá laksalúsini vórðu tey fyrstu búniningarstigini funnin í øllum mátitíðarskeiðinum, uttan í teimum seinastu mátingunum, tá ið allur laksurin var tikin, og økið lá brakk. Nøgdirnar av laksalús vóru minst um veturin, men so skjótt sum fyrstu kvinkini við hitnandi sjógvi sóust um várið, øktist talið skjótt. Hendan økingin í nøgd hendi, hóast lúsatølini á alifiskunum vóru støðug, og laksanøgdirnar í økinum vóru minkandi orsakað av tøku. Størstu nøgdirnar av seiðalús vóru hinvegin at finna á hávetri, meðan tær als ikki vóru at finna um summarið.
Umframt Gunnvør á Norði, sum er høvuðsrithøvundur, hava Knud Simonsen, Øystein Patursson, Eirikur Danielsen, Kirstin Eliasen og Agnes Mols-Mortensen, ið øll starvast á Fiskaaling, Petur Steingrund á Havstovuni, Debes Christiansen á Heilsufrøðiligu Starvstovuni, og Moira Galbraith á Kanadisku Fiskirannsóknarstovuni skrivað greinina. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðinum og Fiskaaling.
Greinin er útgivin open access og er tøk her
Les um verkætlanina Factors influencing the distribution of pelagic sea lice at fish farm- and regional scale í Stuðulsyvirlitinum