Magni Mohr.jpg
Skriva út
Lagt út: 19.12.2017

Grein um kropsliga venjing í úrvalsfótbólti í vísindaligum tíðarriti

Magni Mohr er ein av rithøvundunum í grein í sertíðarritinum “Science and Medicine in Football”. Greinin ber heitið “The inter-individual relationship between training status and activity pattern during small-sided games in professional male football players”. Kanningin er partur av eini ph.d.-verkætlan í Portugal, har Magni Mohr er ein av vegleiðarunum.

Kannaðir eru professionellir italskir leikarar. Endamálið var at kanna sambondini ímillum kropsliga venjingarstøðu og rørslumynstur í smáspølum (small-sided games), umframt arbeiðsprofil í veruligum dystum.

Kanningin vísir, at smáspøl við fáum leikarum eru vælegnað at menna smáu og eksplosivu rørslurnar í fótbólti (t.d. acceleratiónir og deceleratiónir), men ikki skjótleika og há-intensa renning. Kanningin vísir, at kropsligu tillagingarnar av smáspølum í úrvalsfótbólti eru serstakar og raka bert ein avmarkaðan part av øllum tí kropsliga spektrinum í fótbóltsspælinum.

Hetta er fyrsta greinin í ph.d.-verkætlanini hjá portugisiska Vincenzo Rago um sama evni.

Greinin kann lesast her