Føroysk Syll Undir Mikroskopi
Skriva út
Lagt út: 29.10.2019

Grein um jarðfrøðiligu menningina av føroysku syllunum

Jógvan Hansen, ph.d. í jarðfrøði., hevur saman við samstarvsfeløgum skrivað grein í tíðarritið “Earth Sciences”. Greinin kallast “Contrasting TiO2 Compositions in Early Cenozoic Mafic Sills of the Faroe Islands: An Example of Basalt Formation from Distinct Melting Regimes” og kann frítt lesast her

Greinin byggir í stóran mun á doktararitgerðina hjá Jógvani Hansen, sum varð vard við Durham University, UK, í 2012.

Høvundurin sigur soleiðis um greinina:

“Tær basaltisku Føroyar hvíla á einum soknum meginlandi, sum millum annað helst inniheldur silika-rík grót sløg. Hetta sokna meginland verður hildið at vera umleið 30 km tjúkt ella nakað meira.

Tær føroysku basaltfláirnar eru fleiri staðni gjøgnumtrongdar av størri og smærri basaltiskum syllum eins og av regluligum og óregluligum basaltiskum innskotum. Av føroyskum syllum kunnu nevnast: Streymoy Syllin, Eysturoy Syllin, Kvívík Syllin, Morskranes Syllin, Svínoy-Fugloy Syllin, Sundini Syllin og Langaregn Syllin. Í hesari gransking hava grótroyndir frá øllum hesum syllum eins og frá nøkrum av teim regluligu og óregluligu innskotunum í Føroyum verið brúktar, har so mjølvað tilfar frá hesum hevur verið sent til kanningar/mátingar á starvsstovum við fleiri kanningarstovnar í UK, DK og NO. Eisini úrslit og dátur umboðandi flestøll viðkomandi arbeiðir/kanningar, sum fyrr eru gjørd/gjørdar serliga á landi í føroyska økinum av øðrum basaltiskum tilfari, eru á ymiskan hátt tikin/tiknar við í hesi verkætlan. Útvaldar yvirlitsdátur (“compilations”) umboðandi basaltiskt tilfar frá granskingarverkætlanum, sum fyrr hava verið framdar í Íslandi og Eysturgrønlandi, eru eisini brúktar í ein ávísan mun eins og tøkar dátur umboðandi undirgrund (“basement”) í Eysturgrønlandi, á Rockall Háslættanum og í útnyrðings partinum av Stóra Bretlandi.

Serliga útvaldar tøkar (veruligar mátaðar) dátur umboðandi geokemiska og isotopiska samanseting av ovaru kápuni á jørðini (“upper mantle”) frá fleiri ymiskum støðum “worldwide” (tílíkt tilfar er ikki tøkt fyri tað føroyska økið) eru brúktar sum grundarlag fyri fleiri av útrokningunum í hesi verkætlanini.

Kanningar framdar í hesi verkætlanini umfata mátingar av høvuðsevnum, sporevnum, sjáldsomum jørðevnum (REE, sum í veruleikanum eisini eru sporevnir) og so mátingar av ymiskum útvaldum isotopum.

Endamálið við hesi granskingarverkætlan var at kanna flest atlit tengd at framvøkstri og menning av grótbræðing/magma, frá framvøkstri í kápuni og til tær syllarnar ein í dag finnur nógvastaðni í tí føroyska landslagnum. Grundað serliga á titanium (TiO2) innihald eins og samanseting av sporevnum yvirhøvur (írokna REE) verður víst á, at føroysku syllarnar kunnu greinast inn í tríggjar høvuðsbólkar (Streymoy og Kvívík syllarnar eru lág-TiO2, Morskranes Syllin er miðal-TiO2 meðan Eysturoy, Sundini, Svínoy-Fugloy og Langaregn syllarnar eru há-TiO2 basaltiskt grót). Isotop samanseting vísir, at grótroyndir frá føroysku syllunum kunnu greinast í tveir nakað spjaddar bólkar, nevniliga grótroyndir úr miðal-TiO2 Morskranes Syllini í tí eina og so allar hinar syllarnar í hinum bólkinum.

Samanseting og tulkingar av serliga sporevnum benda á, at føroysku syllarnar helst hava sín uppruna nakað minni enn umleið 85 kilometrar niðri frá jarðaryvirflatuni, tað vil siga í ovaru kápuni (“upper mantle”). Ein røð av útrokningum, har veruligar dátur frá sjálvari kápuni (dátur frá øðrum granskarum) verða brúktar sum grundarlag, vísa, at tað helst vóru tvær høvuðskeldur í ovaru kápuni, sum vóru upprunin til føroysku syllarnar: ein sokallað úttømd (“depleted”) kelda fyri miðal-TiO2 Morskranes Syllina og so ein meira ríkað (“fertile”) kelda við størri breidd hvat samanseting viðvíkir fyri hinar føroysku syllarnar. Hettar samsvarar eisini við isotop samanseting. Há-TiO2 syllar stava frá 6 ±2 % lutvísari bræðing av ríkaðum káputilfari, meðan lág-TiO2 syllar stava frá umleið 18 ± 2 % lutvísari bræðing eisini av ríkaðum káputilfari, men tó við eitt vet øðrvísi samanseting. Miðal-TiO2 syllin stavar helst frá umleið 6 – 7 % lutvísari bræðing av úttømdum káputilfari. Munur í TiO2 innihaldi millum há-TiO2 og lág-TiO2 stavar sostatt í stóran mun frá ymiskum nøgdum av bræðing, i.e. lítil bræðing úrslitar í há-TiO2 gróti meðan meira bræðing úrslitar í lá-TiO2 gróti. Ávegis frá kápuni upp móti jarðarskorpuni er sannlíkt, at nøgdir av MgO-ríkum olivin mineralum hava krystalliserað út frá grótbræðingum, sum seinni blivu til tær føroysku syllarnar. Hesar komu sostatt at innihalda minni av MgO (magnesium). Eisini feltspatt mineralir krystallisera ofta út úr grótbræðingum ávegis frá kápuni upp móti jarðarskorpuni. Ábendingar frá sporevnum (íroknað REE) eru um, at nakað væl av feltspatt krystalliseraði frá grótbræðing, sum var uppruni til føroysku há-TiO2 syllarnar, meðan grótbræðing, sum var uppruni til føroysku lá-TiO2 syllarnar, helst savnaði nakað væl av feltspatt, sum aðrar grótbræðingar í grannalagnum fyrr høvdu kastað frá sær. Netto úrslit av hesum hendingum var, at há-TiO2 syllarnar blivu relativt anríkaðar hvat jarn [Fe2O3, rættuliga nógv] og titanium [TiO2, eitt sindur] viðvíkti og so relativt úttømdar hvat aluminium [Al2O3, rættuliga nógv] og kalsium [CaO, eitt sindur] viðvíkti. Lá-TiO2 syllarnar blivu relativt anríkaðar hvat aluminium [Al2O3, rættuliga nógv] og kalsium [CaO, eitt sindur] viðvíkti og so relativt úttømdar hvat jarn [Fe2O3, rættuliga nógv] og titanium [TiO2, eitt sindur] viðvíkti.

Tá td. basaltisk grótbræðing er ávegis frá kápuni upp móti jarðarskorpuni hendir viðhvørt, at smáar nøgdir av vertsgróti í jarðarskorpuni (“basement”), nærhendis har grótbræðing úr kápuni ferðast upp ígjøgnum ávegis til jarðarskorpuna, bráðnar/smeltar soleiðis, at grótbræðing umframt basaltiskt tilfar kemur at innihalda smáar nøgdir av bráðnaðum “basement”, tá hon loksins er komin upp á pláss og krystalliserar/storknar og blívur til basaltiskar fláir, syllar ella innskot.

Við hjálp av serliga isotopum ber viðhvørt til at eyðmerkja, hvar smáar nøgdir av “basement” í td. basaltiskum tilfari stava frá upprunaliga. Í hesari gransking verður við hjálp av egnum dátum víst á, at isotop sereyðkenni í nøkrum grót royndum frá Morskraness Syllini allarhelst stava frá “basement” ið líkist tí granskarir fyrr hava funnið í Eysturgrølandi og á Rockall Háslættanum. Neyvar gjøgnumgongdir, útrokningar og tulkingar í hesari verkætlanini av upprunanum at silica-ríkum føroyskum basaltfláum (hvørs geokemisku og isotopisku samansetingar aðrir granskarir fyrr hava almannakunngjørt í altjóða høpi) benda á, at grótbræðing, sum var uppruni til hesar fláir við vissu tóku upp “basement” tilfar, av sama slag sum tað granskarir fyrr hava funnið í Eysturgrønlandi.

Tað verður í hesari verkætlanini eisini beinleiðis víst á, grundað á tøkar isotopiskar dátur frá fyrr av, at tað er rættuliga ósannlíkt, at undirgrund/”basement” á Rockall Háslættanum hevur nakað serligt genetiskt/isotopiskt samband við undirgrund/”basement” í ytnyrðings partinum av Stóra Bretlandi. Sostatt er hendan fyrra helst relatera til Eysturgrønlendsku undirgrundina/”basement” og so møguliga føroysku undirgrundina/”basement”.

Kanningarnar í hesari verkætlanini vísa eisini, at tað er rættuliga sannlíkt, at væta av onkrum slag hevur ávirkað keldutilfar í ovaru kápuni, har há-TiO2 og lág-TiO2 syllar høvdu sín uppruna (“metasomatism”). Tílík ávirkan hevur møguliga samband við tað samansettu jarðfrøðiligu søguna hjá hesum partinum av tí norðuratlantiska økinum, har gomul meginlond fyrr hava stoytt saman fyri síðan at fara sundur aftur tíggju- til hundraðtals milliónir ár seinni.”

Tvey rættiliga umfatandi ískoytir hoyra neyvt saman við hesi greinini. Hesi eru tøk á Mendeley:

"Supplements related to the paper: "Contrasting TiO2 compositions in Early Cenozoic mafic sills of the Faroe Islands: an example of basalt formation from distinct melting regimes" DOI: 10.17632/s895tync87.2

"Hansen et al., 2019. Results of mixing calculations, fractionation calculations and partial melting calculations in association with a petrological study of selected basaltic rocks of the Faroe Islands." DOI: 10.17632/47fzntf2b3.1

Les um Jógvan Hansen í Heilagrunninum