e933566526da0e2d67d5cb577cb9a1f2.jpg
Skriva út
Lagt út: 30.03.2011

Grein um granskingarpolitikkin Vitan & Vøkstur

Annika Sølvará, stjóri í Granskingar-ráðnum, hevði 27. mars grein á Fregnartænastuni um nýggja granskingarpolitikkin, ið Vísindaráðið samtykti 28. januar 2011.

Vitan & Vøkstur
Undir yvirskriftini Vitan & Vøkstur hevur Vísindaráðið sett orð á nøkur av høvuðsstigunum, sum skulu til fyri at brynja føroyska vitanarumhvørvið til at lyfta stórar uppgávur framyvir. Nú liggur uppgávan at seta politikkin í verk hjá politisku skipanini.

Savna og styrkja eru lyklaorðini
Umframt inngang er politikkurin skipaður undir trimum yvirskriftum: Styrktir karmar fyri føroyskari gransking, Dygg og støðug granskingarfígging og Raðfesting av granskingarøkjum.

Høvuðstankin í hesum trimum pørtunum er at savna fólk og uppgávur mest møguligt, samstundis sum karmarnir skulu styrkjast munandi bæði fysiskt, skipanarliga og fíggjarliga. Endamálið er at tryggja góðar og kveikjandi arbeiðsumstøður, og at geva politisku skipanini amboð at raðfesta eftir, men sjálvandi eisini at tryggja, at sum mest fæst fyri játtanina, ið verður latin til almenna gransking & menning.

Mest ítøkiligi parturin av politikkinum er staðfestingin av, at Fróðskaparsetrið er natúrligi miðdepilin fyri útbúgving og gransking, og at stovnurin má og skal styrkjast. Eisini eru týdningarmiklar orðingar um, at ansa eftir at halda javnvágina millum játtanirnar til stovnarnar, sum eru til gransking innan ávís øki, og kappingarjáttanirnar, sum eftir umsókn verða latnar til verkætlanir innan ymisk øki.

Stig fyri stig politikkur
Tað hevur verið ein drúgv tilgongd fram til samtyktina av granskingarpolitikkinum. Vísindaráðið, sum varð ásett við lóg í 2006, varð tilnevnt á fyrsta sinni á sumri 2008 og hevði sín fyrsta fund í november 2008. Síðani hava nógvir fundir og nógv samskifti verið: Í Vísindaráðnum, í granskingarnevndini, í miðfyrisitingini og millum partarnar. Í sjálvum ráðnum hava fýra fundir verið, har granskingarpolitikkurin hevur verið høvuðsevnið. Tað hava eisini verið fleiri framløgur, sum hava givið betri innlit í fleiri av viðurskiftunum, sum politikkurin fevnir um, og hetta hevur skapt høvi til opið og konstruktivt kjak. Hesar samrøðurnar millum umboð fyri granskingarumhvørvið, vinnuna og politisku skipanina, hava mýkt, búnað og flutt málið rætta vegin.

Er hetta annað enn orð?
Ein journalistur helt fyri, tá granskingarpolitikkurin varð lagdur fram, at hann í orðavali líkist einum samgonguskjali. Tað kann nokk vera nakað um tað. Eins og við einum samgonguskjali er lítið vunnið, um talan bert verður um orð.Her sum við samgonguskjølum er tað bæði ætlanin og altavgerandi, at politikkurin eisini verður settur i verk. Hetta verður uppgávan hjá Landsstýrinum at tryggja komandi mánaðirnar við góðari hjálp frá Vísindaráðnum og Granskingarráðnum.

Fleiri av stigunum í politikkinum kunnu setast í verk uttan at seta nógv fleiri pengar av í fyrsta umfari. Her verður t.d. hugsað um at gera skipanir, sum eggja vinnuni at gera íløgur í gransking, menning og nýskapan, og um betri samskiping av stovnum og stuðulsfyrisitingum. Hetta eru mál, sum politiska skipanin kann taka stig til og taka avgerðir um.

Skal politikkurin muna, krevjast tó fleiri pengar, væl fleiri enn í dag. Vilja vit sum samfelag byggja okkara framtíð á fleiri vitanarvinnur, mugu vit gera munandi íløgur, um vit ynskja fíggjarligt og menniskjansligt avkast.

Tað er eingin loyna, at uppleggið í november 2008 var, at nú skuldi finnast nógvur peningur til gransking, menning og nýskapan. Tøl uppá 500 milliónir vóru nevnd. Í samtykta politikkinum standa hvørki upphæddir ella prosent av BTÚ, so eingi ítøkilig lyfti eru givin. Hetta skyldast í øllum førum tvey viðurskifti. Annað er, at hóast tað í kanningum ogfrágreiðingum frá arbeiðsbólkum verður mett, at tað tekniskt er møguligt, so hevur politiska skipanin ikki enn tikið undir við einum so radikalum stigi, sum at umraðfesta og flyta hundraðtals milliónir frá ymsum grunnum til granskingargrunnin. Hitt er, at Vísindaráðið við síni samanseting av landsstýrisfólkum og fleiri fólkum uttanfyri politisku skipanina, illa kann fara at gera ítøkiligar samtyktir um játtanir, tí hendan rættin hevur bert Løgtingið. Í staðin fyri verður í politikkinum sett fram eitt lyfti ella ynski um, at: “Samlaða almenna játtanin til gransking, menning og nýskapan skal miðvíst skipast og styrkjast komandi fimm til sjey árini”. Hetta ynskið er latið politisku skipanini at uppfylla.

Tvey aktuell lógaruppskot benda á, at tingini spakuliga flyta seg rætta vegin í mun til hesa ásetingina. Annað er ætlanin um at skipa eitt granskarasetur fyri hátøkniliga gransking og menning. Hetta er ein væl minni verkætlan enn upprunaliga ætlað, og peningurin verður tikin av fænum hjá Vinnuframagrunninum, so talan er ikki um at tilføra pengar til økið, men kortini er hetta eitt framstig í mun til í dag. Hitt er ætlanin at lata upp fyri, at partur av pengunum í Búnaðargrunninum kann brúkast til gransking og menning innan landbúnaðarøkið. Fyri einum knøppum ári síðani gav Løgtingið eisini heimild til, at Føroyar fór uppí ES-granskingarsamstarvið, kallað FP7.Hetta eru góð og týdningarmikil átøk, sum vónandi vera fylgd av fleiri komandi mánaðirnar.

Breiðar semjur krevjast
Tað hevur verið greitt í tilgongdini, at tað eru veikleikar við skipanini við Vísindaráðnum. Tað eru serliga tvey viðurskifti, sum hava elvt til iva og tørv á at finna gongdar leiðir. Eitt er, sum eisini var nevnt omanfyri, at Vísindaráðið ikki hevur formligar heimildir at geva ítøkilig lyfti ella játtanir. Tí er neyðugt at semjast um ásetingar og orðingar, sum politiska skipanini aftaná syrgir fyri at seta í verk.

Hitt er, at tað bert er samgongan, sum politiskt er umboðað í Vísindaráðnum, andstøðan er ikki umboðað. Hetta er serstakliga óheppið, tá hugsað verður um, at eitt av høvuðsmálunum við at seta Vísindaráðið á stovn, var at tryggja ein langtíðar politikk á økinum. Stingur sitandi Vísindaráð eina ávísa kós út í kortið, má tað vera soleiðis, at kósin ikki má tillagast alt ov nógv, tá nýggj samgonga verður skipað. Aftur her er neyðugt, at politiska skipanin tekur við ábyrgd og syrgir fyri, at alt politiska spektrið fær møguleikan at vera við í verksetanini av yvirskipaða politikkinum.

Verandi Vísindaráð gjørdi á fundinum 28. januar av, at heita á Landsstýrið um at seta samtykta granskingarpolitikkin Vitan & Vøkstur í verk og at tryggja, at hetta verður gjørt við breiðum politiskum semjum. Hetta er alneyðugt, um politikkurin skal hava tað nyttu og ávirkan, sum Løgtingið ætlaði við Vísindaráðnum og sum samfelagið hevur brúk fyri.