Grein um gegni í sambandi við skyld og svágd
Bárður Larsen, løgfrøðingur, hevur skrivað grein um tulking av gegnisreglum í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum Ugeskrift for Retsvæsen, sum finst á www.ufr.dk. Greinin ber heitið “En kritik af den asymmetriske fortolkning af forvaltningslovens § 3, stk. 1, nr. 2.” (Krevur hald at sleppa til greinina)
Í greinini viðger Bárður Larsen tulkingina av orðunum “skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinju so nær sum systkinabørn” í fyrisitingarlógini § 3, stk. 1, nr. 2, og kritiserar ta bókstavatulking, sum er vanlig í donskum fyrisitingarrættarligum bókmentum. Greitt verður frá, at eftir eini endamálstulking eiga systkin hjá foreldrum, hóast ikki beinleiðis nevnd í § 3, stk. 1, nr. 2, eins nógv at verða fevnd av ásetingini, sum børn hjá systkjum, sum beinleiðis eru nevnd.
Greinin viðger m.a. eisini spurningin um gegnið hjá Jákupi Mikkelsen, landsstýrismanni, sum tók seg upp um ársskiftið 2011-12, og hvørt landsstýrismaðurin eftir lógini átti at metast sum svágur reiðaran Hanus Hansen.
Les um Bárð Larsen í Heilagrunninum