Grein um fólkaatkvøður sum politiskt amboð
Um júst eitt ár – Flaggdagin 2018 – verður fólkaatkvøða í Føroyum. Tá ætlar samgongan at leggja spurningin um Stjórnarskipan Føroya fyri fólkið til støðutakan.
Fyrireikingararbeðið hevur verið drúgt, men uttan iva er enn nógv eftir at gera og taka støðu til, áðrenn fólkið skal siga sína hugsan, um tað, sum spurt verður um.
Eitt, sum fyrireikararnir mugu taka støðu til er, hvat ítøiliga verður spurt um, og hvussu fólkið fatar spurningin og svarmøguleikarnar.
Í hesum sambandi er upplagt at hyggja at, hvørjar royndir vit hava við fólkaatkvøðum í Føroyum og hvussu tær hava gingið í mun til ætlanirnar.
Grein um tær 14 fólkaatkvøðurnar, sum hava verið í Føroyum
Hans Andrias Sølvará, lektari í søgu á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað drúgva grein um evnið, sum herfyri varð almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Fróðskaparritum. Greinin er á enskum við einum føroyskum úrtaki. Heitið á greinini er: ”Beinleiðis fólkaræði í føroyum. Ein samanberandi rannsókn av fólkaatkvøðum í einum føroyskum høpi.”
Hans Andrias Sølvará staðfestir, at tað hava verið 14 fólkaatkvøður um nógv ymisk viðurskifti í Føroyum. Í greinini verður hugt eftir hesum fólkaatkvøðunum við atliti at, hvussu fólkaatkvøður hava verið brúktar í Føroyum, bæði tá tað snýr seg um politisku skipanina og veljararnar. Samanborið verður eisini við líknandi fólkaatkvøður í Danmark, Íslandi og Avstralia. Eisini verður roynt at flokka tær føroysku fólkaatkvøðurnar við støði í altjóða gransking.
Niðurstøðan í greinini er,
1) at søgulig og mentanarlig viðurskifti, serstakliga viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, hava havt týdning fyri fleiri av hesum fólkaatkvøðum, eisini fyri summar, ið ikki snúgva seg um hesi viðurskifti,
2) at fólkaatkvøður í Føroyum ikki altíð hava verið so væl fyriskipaðar av politisku skipanini,
3) at ofta hevur partapolitikkur havt nógv at siga og
4) at meirilutin av veljarunum hevur ofta brúkt sína atkvøðu til at atkvøða í móti teimum meira ella minni partapolitisku ætlanunum, sum hava ligið aftanfyri hesar fólkaatkvøður.
Almenna niðurstøðan er, at skulu fólkaatkvøður vera eitt veruligt alternativ til umboðandi demokratiska støðutakan, so mugu tær grundast á frammanundan førdar samráðingar, har báðir – allar – viðkomandi stríðandi partar góðtaka sjálvar treytirnar undir fólkaatkvøðuni. Hetta er serliga av stórum týdningi, tá talan er um avgerandi fólkaatkvøður um fullveldi.
Greinin kann lesast her.
Les um Hans Andrias Sølvará í Heilagrunninum