d244a890997a5917a1bac0a7331ef8b2.jpg
Skriva út
Lagt út: 11.04.2012

Grein um føroysku familjuna í amerikonskum riti

Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur eina grein í nýggjastu útgávuni av Anthropology News, sum American Anthropological Association gevur út.

Greinin er partur av temanummari fyri apríl 2012, um familjuskipanir í nútíðarsamfelagnum. Greinin ber heitið:  "Child Centric Families and the Vulnerability of Small-Scale Island Communities". Hon kann lesast her

Greinin, ið greinar føroysku familjuna í mun til viðurkend antropologisk ástøði um familju, leggur upp til at beina børnini í brennidepilin tá ið familjulív og familjuvirði verða vísindaliga kannað. Eisini verður sambandið millum fráflyting og familjumynstur lýst."

Les um Firouz Gaini í Heilagrunninum

Atknýtt links: Anthropology News

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya