Grein um føroyskar basalt syllir í Journal of the Geological Society
Jógvan Hansen, Ph.D. lesandi við Durham University í Onglandi hevur skrivað grein um føroyskar basalt syllir, sum hann saman vid D. Jerram og K. McCaffrey frá Durham University og S. Passey frá Jarðfeingi hevur givið út í viðurkenda vísindaliga tíðaritinum “Journal of the Geological Society, London”.
Í greinini verður millum annað víst á, at tær føroysku basalt syllirnar eru serstakar bæði í skapi og í teimum háttum, tær koma fyri annars samanborið við eitt nú syllir undir havbotninum, har frálandavinna fer fram. Ástøðir, sum áður hava verið nýtt at greina hesar seinnu, kunna ikki lýsa øll fyribrigdi við teimum føroysku syllunum og tí verða nøkur nýggj ástøðir løgd fram i greinini.
Les um Jógvan Hansen í Heilagrunninum
Les um Simon Passey í Heilagrunninum
Mynd: Jarðfeingi