Grein um fíggjarligu nyttuna av proteinríkum laksafóðri
Rúni Weihe hevur saman við starvsfeløgum fingið grein um fíggjarliga nyttuvirðið av proteinríkum laksafóðri útgivna í vísindaliga tíðarritið Aquaculture. Hetta er fjórða og seinasta greinin í ph.d.- arbeiðinum hjá Rúna Weihe.
Laksur er rovdjór, tískil er stoffskiftið hjá laksinum í høvuðsheitum tillagað at gagnnýta protein og fita. Hetta endurspeglar fóðursamansetingina, har hesi føðsluevni eru høvuðsorkukeldurnar hjá laksi. Vanligt er, at lítil laksur fær proteinríkt fóður, ið avtekur so hvørt sum fiskurin veksur. Gongdin av fitiinnihaldinum í laksafóðrinum er tann øvugta av gongdini av proteininnihaldinum. Fóður umboðar uml. 50 % av samlaða framleiðslukostnaðinum hjá laksaalarum, og alarar hava tískil altíð sóknast eftir lægst møguligum fóðurprísum. Avleiðingin hevur verið, at fóðurframleiðarar í stóran mun hava kappast um at veita fóður fyri lægsta prís. Av tí at fiti er bíligari orkukelda enn protein, fæst tann lægsti prísurin á einum orkuríkum fóðri, um fóðursamansetingin í størsta mun er grundað á fita.
Í trimum undanfarnum verkætlanum, sum eru lýstar í greinum, varð víst á, at tað er bæði virknis- og góðskufremjandi at økja um proteininnihaldið og minka fitiinnhaldið í fóðrinum (Dessen et al., 2017; Weihe et al., 2018, Weihe et al., 2019).
Endamálið við hesi fjórðu verkætlanini var at kanna, um proteinríkara og dýrara fóðrið (HP) viðførdi hægri fóðurkostna samanborið við vanligu fóðurloysnina, ið hevur lægri proteininnihald og hægri fitiinnhald (LP). Tað eru úrslitini av hesi kanningini, sum eru løgd fram í nýggju greinini við heitinum “A model system to evaluate the economic performance of two different dietary feeding strategies in farmed Atlantic salmon (Salmo salar L.)“.
Búskaparligir myndlar vóru mentir og hagtølini frá undanfarnu royndum vóru greinað. Úrslitini vístu, at hægra virknisførið við HP fóðrinum førir til lægri fóðurkostna sammett við ta meiri vanligu LP fóðurloysnina. Tann eina royndin var gjøgnumførd í tíðarskeiðinum 2009-2010, og reellu fóðurprísirnir fyri royndarfóðrini vóru nýttir. Av tí at bæði fóðurprísir og laksaprísir eru hækkað munandi síðan 2010, var myndilin eftirkannaður við aktuellum fóður- og laksaprísum frá 2016. Hóast HP fóðrið var enn dýrari enn LP fóðrið í 2016, so var búskaparliga úrtøkan við at nýta HP enn hægri í 2016 sammett við 2009-2010-tíðarskeiðið. Orsakað av høgum laksaprísum, gerst virðið av skjótum vøkstri og hægri kryvjiúrtøku lutfalsliga nógv størri enn hækkingin í fóðurproteinkostnaðinum. Ein styttri framleiðslutíð í sjónum minkar eisini um búskaparliga váðan hjá alarum, men virðið á hesum fyrimuninum var ikki tikin við í myndlarnar. Tískil er veruliga virðið við eini HP fóðurstrategi uppaftur størri, enn úrslitini í verkætlanini vístu á.
Granskingarráðið hevur stuðlað ph.d.-verkætlanini, sum er gjørd á Havsbrún og á NMBU í Noregi.
Mynd: havsbrun.fo