Títtleikin av demens.PNG
Skriva út
Lagt út: 28.08.2019

Grein um demens í Føroyum

Á altjóða Alzheimersdegnum seinasta ár 21. september 2018 vórðu úrslit av landsumfatandi kanning av demensi á eldrabýlum í Føroyu, løgd fram. Nú eru kanningin eisini givin út sum vísindalig grein og almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum Dementia and Geriatric Cognitive Disorders.

Endamálið við kanningini, sum fór fram í 2017, var at kanna títtleikan av demensi á eldrabýlum í Føroyum. Av teimum uml. 591 búfólkum luttóku 232 búfólk. Tey, sum búðu á demensdeildum, tey, sum høvdu staðfestan demens og tey, sum ikki vóru før fyri at geva samtykki, kundu ikki luttaka.

Úrslitið vísti, at millum 49 og 78% av búfólkunum, sum luttóku í hesi kanning, hava møguliga demens mett við standardiseraðum amboðum. Ein yvirskipað meting av øllum búfólkunum gav somu mynd, navnliga at millum 61% og 73% hava møguliga demens. Eisini bendi kanningin á, at bert ein brotpartur av teimum, sum væntandi hava demens, eru útgreinað av serlækna. Gevið gætur, at kanningin bert gevur ábending um møguligan demens og ikki kann nýtast til at seta diagnosu.

Maria Skaalum Petersen, granskari, hevur staðið fyri kanningini fyri Alzheimersfelagið og hevur skrivað greinina, Anna Rubeksen, sjúkrarøktarfrøðingur, kannaði luttakararnar, og Sofus Joensen, psykiatari, var fakligur ráðgevi. Sjúkrakassagrunnurin hevur fíggjað kanningina.

Greinin kallast ‘Assessing the Prevalence of Undetected Possible Dementia in Faroese Nursing Homes’ og kann lesast her