Grein um best hóskandi flota til pelagiskan fiskiskap í Norðurhøvum
Hans Ellefsen hevur saman við øðrum skrivað grein um umsiting av pelagiska fiskiskapinum í Norðurhøvum. Greinin, sum kallast: “Fisheries management and the value chain: The Northeast Atlantic pelagic fisheries case”, er almannakunngjørd í tíðarritinum Fisheries research og sæst her
Í greinini verður víst á, at verandi pelagiski fiskiskapurin í Norðurhøvum ikki er opimalur, tó at hann hevur eina høga tilfeingisrentu svarandi til 32% av landingarvirðinum. Um hann var optimalur, var tilfeingisrentan 49% av landingarvirðinum. Tøl eru savnaði frá Danmark, Íslandi, Noreg, Stóra Bretlandi og Føroyum. Her skal sigast, at tølini eru frá 2007 t.v.s. áðrenn tann stóri makrelfiskiskapurin tók seg upp í m.a. Føroyum. Til tess at náa hesari optimalu tilfeingisrentuni á 49% av landingarvirðinum, skal flotin minka frá teimum núverandi 156 fiskiførunum í kanningini til 80 fiskifør. Greinin vísir eisini á, at um øll virðisketan verður tikin við, skal flotin ‘bert’ minka til 93 fiskifør fyri at fáa tað optimala úrslitið.
Høvundarnir eru Max Nielsen, Peder Andersen, Lars Ravensbeck, Frederik Laugesen, Daði Már Kristófersson og Hans Ellefsen.
Les um Hans Ellefsen í Heilagrunninum
Mynd: kvf.fo