9c862d69f8d83c35164d8854077944e7.jpg
Skriva út
Lagt út: 05.09.2011

Grein um ávirkan av ilttroti á signalleiðing millum hjartakyknur

Svein-Ole Mikalsen, professari í mýlislivfrøði á Fróðskaparsetrinum hevur saman við samstarvsfeløgum í Oslo og Tromsø skrivað grein í tíðarritinum “Cellular Physiology and Biochemistry”. 

Greinin ber heitið: "Ischemia induces closure of gap junctional channels and opening of hemichannels in heart-derived cells and tissue."

Hjartatilburðir eru vanligir hjá fólki og deyðstíttleikin er høgur orsakað av hjartasteðgi. Steðgurin stendst av órógv í signalleiðingini, sum vanliga fær hjarta at draga seg saman regluliga. Granskararnir hava við royndum kannað nakrar av faktorunum í signalflutninginum meðan og beint eftir eitt tíðarskeið við ilttroti.

Les meira um greinina á setur.fo

Les um Svein-Ole Mikalsen í Heilagrunninum