Grein um atferð hjá kombikkum
Ása Johannesen, ph.d. lesandi við University of Leeds í Onglandi hevur, saman við vegleiðarunum Lesley Morrell og Alison Dunn, fyri stuttum útgivið grein í tíðarritinum Animal Behaviour. Greinin eitur: "Olfactory cue use by three-spined sticklebacks foraging in turbid water: prey detection or prey location?" og er í løtuni "in press", men tøk á netinum
Í greinini verður atferð hjá kombikkum viðgjørd. Tvær kanningar, sum royndu at svara spurninginum "hvussu væl duga kombikk at brúka luktisans til at finna mat?", vístu, at luktur ávirkar, hvussu væl kombikk duga at finna mat. Tó vóru úrslitini ikki heilt sum væntað, tí tey geva ábendingar um, at kombikk ikki brúka lukt til at finna útav, hvar matur er. Tað er meira líkt til, at tey brúka nøsina til at finna útav, um matur er nærhendis, heldur enn at vita, júst hvar hann er. Eisini vístu úrslitini, at kombikk brúka meira tíð uppá at svimja í gruggutum vatni og svimja skjótari, helst fyri at kunna finna líka nógvan mat, hóast tey ikki síggja líka langt, sum í klárum vatni.
Les um verkætlanina, sum verður partvís fíggjað úr Granskingargrunninum, í Stuðulsyvirlitinum
Les um Ásu Johannesen í Heilagrunninum