Sildakyn
Skriva út
Lagt út: 25.05.2020

Grein um arvafrøðiliga orsøk til sildakyn

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu hevur skrivað vísindaliga grein, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Fish Biology. Greinin byggir á úrslit frá hennara ph.d.-ritgerð, “Sequencing the North Atlantic herring (Clupea harengus) genome and development of a genetic stock management tool”, sum varð vard fyrr í mánaðinum.

Í greinini verður leitað eftir arvafrøðiligari orsøk til kyn hjá sild. Fiskur hevur ikki altíð eins einfalda kynjaarvafrøði sum menniskju, har kvinnur hava tvey X kromosom og menn hava eitt X og eitt Y kromosom. Hjá fiski er tað meira torskilt við ymiskum kromosomum og frávikum, sum kunnu hava ein leiklut í kynjaarvafrøðini. Arvafrøðiligu orsøkirnar til kyn hjá sild hava ikki verið kannaðar fyrr.

Sambandið ímillum arvalig frávik (SNPar) og kyn varð funnið. Tvey øki á sildaarvastronginum vóru funnin, ið kunnu setast í samband við kynið á fiskinum. Tað vísti seg, at um sildin hevði einsykin avvik á hesum økjum, vóru tær kvennkyn, meðan kallfiskarnir høvdu hinsykin avvik. Tó var ikki møguligt at siga, hvør ílega á hesum økjum ávirkar kynið á sildini.

Viðhøvundar í greinini eru Svein-Ole Mikalsen og Hannes Gislason, Fróðskaparsetur Føroya, Eydna í Homrum og Jan Arge Jacobsen, Havstovan, Paul Flicek, EMBL-EBI og Hans Atli Dahl, Amplexa Genetics.

Les greinina her

Stuðlað verkætlanini hava Granskingarráðið, Fiskivinnuroyndir, Statoil Føroyar, Felagið Nótaskip og Innovationsfonden.