a1a87efa9745f82ef827aa433df71a7e.jpg
Skriva út
Lagt út: 23.10.2012

Grein um altjóða rættarskyldur hjá strandalondum

Bjørn Kunoy hevur útgivið grein í Chinese Journal of International Law. Tíðarritið, ið telist millum tey leiðandi altjóða rættar tíðarritiini, verður útgivið av Oxford University Press.

Heitið á greinini er: “The Ambit of Pactum de Negotiatum in the Management of Shared Fish Stocks: A Rumble in the Jungle”, og viðgerð hvørjar altjóða rættarskyldur áliggja strandalondum í sambandi við umsiting av felags fiskastovnum, tvs. fiskastovnar so sum sild og makrel ið ferðast í sjóøki hjá fleiri londum. Ført verður fram, hvat felags umsiting av slíkum ferðandi fiskastovni viðvíkur, at, uttan mun til at lond eru undir skyldu at føra burðardygga fiskivinnuumsiting, er talan í roynd og veru ikki um eina úrslitaskyldu men eina samráðingarskyldu við avvarðandi strandalond at koma ásamt um felags umsiting av ferðandi fiskastovni. Harnæst verða umstøðurnar útgreinaðar, ið kunnu viðføra brot av galdandi samráðingarskylduni, og hvørjar altjóðarættarligar avleiðingar kunnu standast av slíkum broti, frá einum altjóða og handilsrættarligum sjónarmiði.

Útgreiningin verður í stóran mun gjørd við analogiskum grundarlagi í altjóða dóms- og gerðarrættar úrskurðum, hvat viðvíkur rættin til at nýta tilfeingi í m.a. áum, ið virka sum altjóða havmørk, og/ella at nýta tilfeingi í áum, ið renna gjøgnum fleiri løgdømi.

Samandráttur av greinini sæst við at trýsta her

Les meira um Chinese Journal of International Law við at trýsta á her
 
Les um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum

Myndin er frá Vísindavøkuni 2012, har Bjørn Kunoy hevði framløgu.