Grein: Seks meyrusløg funnin í Føroyum
Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen hava skrivað stutta grein – Rapid Communication – um meyrusløg, sum eru staðfest í Føroyum síðani 1996. Greinin er almannakunngjørd í Bioinvasions Records á Invasivesnet.org
Í greinini verður greitt frá seks meyrusløgum, nær og hvussu ofta tey eru funnin og hvør støðan er í dag. Tann svarta havameyran Lasius niger er staðfest oftast og meyrubúgv eru eisini funnin.
Høvundarnir vænta, at um ikki munagóð tiltøk um lívfrøðiliga trygd verða sett í verk, so fer talið av meyrum eins og øðrum fremmandum verum at vaksa komandi árini.
Greinin kallast “Discoveries and fate of six ant (Hymenoptera, Formicidae) species on the Faroe Islands” og kann lesast her
Sí meira kunning um meyrur á síðuni jenskjeld.info