Free Speech Gaini
Skriva út
Lagt út: 29.06.2022

Grein: Manglandi haturstalulóggávur í USA hava givið baksláttur

Nýggj vísindalig grein eftir Sigri M. Gaïni, ph.d.-lesandi í politiskari filosofi, er nýliga útgivin í vísindaliga tíðarritinum Etikk i Praksis. Greinin er javnlíkamett.

Greinin “Universities and other Institutions – not Hate Speech Laws – are a threat to Freedom of Political Speech” viðger fyrst og fremst kenda politiskt-filosofiska argumentið The Argument from Political Speech.

Høvuðsargumentið hjá Sigri Gaïni er, at manglandi haturstalulóggávur í USA hava givið baksláttur við tað, at sensururin á politiskari talu er vaksin á amerikanskum (og seinni eisini europeiskum) stovnum gjøgnum seinastu áratíggjuni. Hon vísir á, at tað at minnilutar í USA ikki hava havt eina lóg til at verja seg ímóti ágangi og niðrandi talu hevur elvt til, at hesir bólkar hava sett krøv til eitt nú útbúgvingarstovnar um at seta reglur í gildi til tess at verja seg. Hetta hevur tó givið baksláttur við tað, at sensururin er farin alt ov vítt – nakað sum sæst aftur sum m.a. “ekstrem politisk korrektheit” og  “cancel culture”.

Niðurstøðan hjá Sigri Gaïni er, at lógir ímóti haturstalu ikki bara verja minnilutar ímóti niðrandi talu, men um somu tíð kunnu verja fólkaræði ímóti krøvum um sensur.

Greinin kann lesast frítt her