Jón Gregersen.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.09.2017

Grein: Ítróttarfólk kunnu venja fokus við miðvíst at tosa við seg sjálvan

Jón Gregersen, cand.scient. í ítróttarsálarfrøði hevur saman við øðrum givið út grein um, hvussu ein kann "tosa við seg sjálva/n" fyri at savna seg um eina avbjóðing í ítrótti, tá ið ein upplivir at vera sálarliga útmøddur.

Greinin er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Sport and Exercise Psychology. Greinin kallast ”Countering the Consequences of Ego Depletion: The Effects of Self-Talk on Selective Attention”.

Í stuttum er greinin um, hvat ein kann gera fyri at halda fokus, tá ið ein er sálarliga útmøddur. Gransking í ítróttarsálarfrøði vísur, at tá ið ítróttarfólk eru sálarliga útmødd, t.d. í endanum av einum dysti ella í kapping, er tað lætt at missa fokus. Hetta ber við sær, at tey ítróttarfólk, ið eru sálarliga útmødd bera seg seinni at og taka fleiri skeivar avgerðir; tey gera fleiri mistøk. Tískil hevur tað stóran týdning at læra at fokusera á týðandi partar av eini uppgávu, sjálvt um ein er sálarliga útmøddur. Kanningin vísti, at ein kann læra at halda fokus við at tosa miðvíst við seg sjálva/n, eisini kallað self-talk á enskum. Tá ið ein lærir at tosa miðvíst við seg sjálva/n, ber til at fokusera á týdningarmikil punkt, hóast ein er sálarliga útmøddur. Teir luttakarar, ið vóru við í kanningini, og sum lærdu at tosa miðvíst við seg sjálva/n, vístu seg at bera seg skjótari at og at taka fleiri rættar avgerðir, í mun til teir luttakarar, ið ikki lærdu at tosa miðvíst við seg sjálva/n.

Greinin byggir á høvuðsritgerðina hjá Jón Gregersen, sum var partur av útbúgving hansara, European Master in Sport and Exercise Psychology (EMSEP). EMSEP er eitt samstarv millum universitet í Grikkalandi, Týsklandi, Svøríki og Finlandi. Størsta partin av útbúgvingini var Jón Gregersen í Grikkalandi, hann var eisini eitt tíðarskeið í Týsklandi.

Høvurnarnir eru Jón Gregersen, Antonis Hatzigeorgiadis, Evangelos Galanis, Nikos Comoutos, og Athanasios Papaioannou.

Greinin kann lesast her   (krevur hald)

Jón Gregersen hevur stovnað egna fyritøku, har hann arbeiðir sum sjálvstøðugur ráðgevi í ítróttarsálafrøði. Fyritøkan eitur OptiMindYou