Grein í Nature um rákið í Bankarennurin
Í útgávuni av Nature, sum kom 25. september, er grein, sum granskarar á Fiskirannsóknarstovuni hava verið við til at skriva. Greinin við heitinum Observed and modelled stability of overflow across the Greenland-Scotland ridge er um sjógvin, sum fossar ígjøgnum Bankarennuna. út í Atlantshavið. Hesin sjógvur hevur sera stóran týdning fyri veðurlagið, og broytingar í hita kunnu hava stórar veðurlagsbroytingar við sær.
Í greinini eru mátingarúrslitini hjá Fiskirannsóknarstovuni samansjóða við telduútrokningar, sum eru gjørdar á DMI. Hetta hevur givið nýggj og spennandi úrslit, sum hav- og veðurlagsgranskarar úti í heimi hava víst stóran ans.
Les meira um greinina á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni
Eisini er longri grein um úrslitini á norska vísindaportalinum Forskning.no