Hvi Gerast Vit Mod Magni Mohr
Skriva út
Lagt út: 20.11.2024

Grein: Hví gerast vit móð?

Nýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kastar nýtt ljós á spurdómin um, hvat ger at vøddar møðast undir hørðum arbeiði.

Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttafysiologi, er senior-rithøvundi á nýggjari grein í tíðarritinum, Pflugers Archiv – European Journal of Physiology. Greinin, sum ber heitið: “Fatiguing highintensity intermittent exercise depresses maximal Na+‑K+ATPase activity in human skeletal muscle assessed using a novel NADH‑coupled assay”, er skrivað saman við Jeppe F. Vigh-Larsen og  Kristian Overgaard frá Aarhus Universitet og Sara M. Frangos og Graham P. Holloway frá University of Guelph úr Kanada. Greinin  er tøk her

Magni Mohr sigur soleiðis um granskingina og greinina:

“Vit kenna tað øll. Tá vit ganga skjótt í mótbrekku í fjøllunum og tað brennur í vøddunum. Vit íðka ítrótt við fullari ferð ella fremja hart kropsligt arbeiði á arbeiðsplássinum, og vit megna ikki at menna tað kraft vit ynskja. Hetta er vøddamøði ella tað sum í fólkamunni kallast at “syra til”, hóast møðin ikki kemur orsaka av tí mjólkasýru, sum tilsipingin er til.

Í 1970 og 1980’unum varð víst í djóramodellum, at órógv í natrinum og kalium javnvágini í vøddunum kann tarna evnini hjá vøddunum at taka seg saman og menna kraft. Órógvin ger, at elektriskir impulsir, sum kveikja vøddan steðga upp. Hetta ástøði varð kannað í arbeiðandi menniskjum upp ígjøgnum 1990´ini, og um aldarskiftið var eg saman við starvsfeløgunum á Københavns Universitet við til at vísa við beinleiðis mátingum í arbeiðandi vøddum, at vøddamøði sær út til at hanga saman við at vøddin missir kalium. Hetta er kannað víðari av fleiri granskingarbólkum seinastu 25 árini.

Vøddar hava eitt protein í vøddahinnuni, sum eitur natrium-kalium-pumpan. Hetta protein roynir at viðlíkahalda natrium og kalium javnvágina í vøddunum, og serliga undir hørðum arbeiði verður javnvágin strongd. Tað vil siga, at jú betri natrium-kalium-pumpan virkar, jú betri klárar vøddin at útseta ta órógv, sum hendir í natrium og kalium javnvágini undir hørðum arbeiði. Granskarar hava seinastu nógvu árini roynt at kannað um mesta virkni í natrium-kalium-pumpuni verður ávirkað av vøddaarbeiði.

Í nýggju kanningini, hava vit víst fyri fyrstu ferð nakrantíð, við at brúka eina heilt nýggja metodu, sum fysiologar í Kanada hava ment, at mesta virkni í natrium-kalium-pumpuni fellur munandi undir intensum intervalarbeiði. Arbeiðið, sum vit kenna tað frá bóltítróttum. Eisini varð víst, at tarnandi virkni í pumpuni enn er til staðar fimm tímar eftir arbeiði, har evnini hjá vøddanum at menna kraft eisini enn eru tarnaði. Tískil er enn sterkari próvførsla funnin um leiklutin hjá natrium-kalium-pumpuni í vøddamøði. Kanningin vísir eisini, at atgongdin til vøddasukur (glykogen) ikki sær út til at ávirka natrium-kalium-pumpuna.

Eg havi í meira enn 25 ár granskað, hví vøddar møðast av hørðum arbeiði, so hetta er fyri meg sera spennandi úrslit. Vøddamøði er jú heilt grundleggjandi at skilja, fyri at kunna menna kropsliga venjingarmannagongdir og annað, sum betrar um kropslig avrik. Í hesi kanning vísa vit, at natrium-kalium-pumpan verður ávirka neiligt av hørðum arbeiði, ivaleyst tí at proteini broytist strukturelt, og at proteinið ella enzymið ikki virkar, sum tað eigur fleiri tímar eftir hart arbeiði. Tískil er hetta grundgransking, sum gevur okkum nýggja vitan um vøddamøði, men sum eisini leiðir okkum víðari í okkara gransking”.

Tey í granskingartoyminum eru í gongd við nýggjar uppfylgjandi kanningar. Tey kanna í løtuni saman við kanadisku samstarvsfelagum, um mikroskaðar og brunastøðan í vøddanum, sum m.a. henda í bólt- og ketsjaraítróttum, eru við til at skaða natrium-kalinum-punpuna, soleiðis, at proteinið ikki virkar sum tað skal.

Granskingarráðið hevur saman við øðrum stuðlað hesi verkætlanini

Sí Pure.fo vangan hjá Magna Mohr