Gransking.fo í nýggjum hami
Vit hava latið gransking.fo í nýggjan ham fyri at gera síðuna áhugaverdari og brúkaravinarligari. Síðan hevði vaksið seg burturúr kørmunum, sum vóru fleiri ára gamlir, og trongdi tí til eina rættiliga yvirháling.
Hvørjar broytingar eru gjørdar
Síðan hevur bæði fingið nýggja útsjónd og er umskipað nakað. Vit meta, at tíðindini eru tað, sum flestu fólk hava áhuga í at síggja, og tí fylla tey alla forsíðuna. Eitt nýtt lýsingarpláss ovast fer at geva okkum betri møguleika at vísa á, tá freistir ella tiltøk nærkast. Ein nýggj valmynd við snarvegum í høgra bredda ger tað lættari at finna Heilagrunnin við næstan 300 granskarum og mennarum og Stuðulsyvirlitið við gott 100 verkætlanum, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum. Síðuyvirlitið niðast á síðuni kann hjálpa, tá tingini ikki liggja har, sum ein roknaði við. Síðst, men ikki minst ber nú til at deila áhugaverdar søgur á Facebook og Twitter. Hetta vóna vit fer at gera at enn fleiri fólk vitja síðuna.
Venda okkum til tveir høvuðsbólkar
Vit meta, at tað ber til at býta brúkarar av síðuni upp í tveir høvuðsbólkar. Annar bólkurin, tann almenni, eru øll tey, sum hava áhuga í at frætta okkurt um, hvat rørir seg í granskingarumhvørvinum. Vit siga m.a. frá stórum og smáum granskingarsøgum úti og heima. Vit kunna um føroyska gransking sum heild, hvat gransking er og hvør granskar hvat og hvar. Vit kunna eisini um, hvat almenna játtanini til Granskingargrunnin og fyrisitingina verður brúkt til.
Hin bólkurin, sum vit venda okkum til, eru tey, sum søkja um/fáa stuðul til gransking, antin úr Granskingargrunninum ella frá FP7. Til teirra eru upplýsingar um stuðulsmøguleikar, mannagongdir fyri umsókn og uppfylging, tá stuðul er latin. Her eru eisini vegleiðingar og kunning um tiltøk av ymsum slagi.
Økt fokus á gransking
Síðani byrjanina av 2008 hava vit í Granskingarráðnum lagt okkum eftir at koma við søgum í einum jøvnum streymi bæði á heimasíðuni,í tíðindabrævi okkara og á Facebook. Vit meta sjálvi, at hetta er ein av orsøkunum til, at tíðindi um gransking munandi oftari eru at síggja og hoyra í almennu og privatu miðlunum.
Vit hava gott samskifti við granskarar úti og heima, sum eru ófør at lata okkum tilfar. Vit vóna, at vit við dagførdu síðuni megna at savna enn fleiri granskingarsøgur og tiltøk í sambandi við gransking og bera hetta tilfarið til ein vaksandi skara av fólki.
Gransking til álvara og gamans
Gransking er ofta torgreidd og umfatandi, og er tí ikki altíð líka til at umseta til gerandismál. Flestu granskingarúrslit verða fyrst og fremst løgd fram í vísindaligum greinum, fyrilestrum og framløgum fyri øðrum granskarum, sum kenna fakmálið. Men gransking verður eisini løgd fram í undirvísing, í almenvísindaligum greinum, í útvarpssendingum, á almennum tiltøkum og aðra staðni við.
Tað er ofta bæði avbjóðandi og stuttligt at royna at greina og greiða frá torgreiddum spurningum í einum almennum og lættari formi enn tí vísindaliga. Ein ørvísi og rættiliga stuttlig granskingarsøga er filmurin "Granskarin hjá" Klæminti Klakk, sum finst á YouTube Áhugavert at fylgja, hvat hesin kann dríva tað til ;)