3c84c10530fde0c1accf46e62396ea97.jpg
Skriva út
Lagt út: 25.05.2009

Granskingarúrslit – urininkontinens hjá kvinnum millum 60 og 65


Á vári 2008 fóru Ása Róin og Hildur við Høgadalsá undir verkætlanina Urininkontinens hjá kvinnum millum 60 og 65 ár í Føroyum – títtleiki og ávirkan á gerandislívið. Endamálið við verkætlanini var at kanna títtleikan av urininkontinens hjá kvinnum í Føroyum og finna útav, hvussu UI ávirkaði teirra gerandisdag, hvørja vitan tær høvdu um útgreinan og viðgerð og í hvønn mun tær høvdu søkt sær professjonella hjálp.

Fyri at finna útav hesum varð farið at savna data, har allar kvinnur í Føroyum millum 60 og 65 ár, 1548 í alt, fingu tilsent spurnarblað.

Úrslitini verða løgd fram 28. mai 2009 kl 19.30
Arbeiðið at greina innkomna tilfarið er nú liðugt, og úrslitini verða løgd fram á kunningarfundi  hóskvøldið 28. mai kl. 19:30 á Sjúkrarøtarfrøðiskúlanum. Ása Róin og Hildur við Høgadalsá fara at hava framløgu um verkætlanina.

Verkætlanin er liður í størri ætlan, hvørs endamál er at lýsa treytirnar fyri einum góðum lívi í ellisárum í Føroyum og við hesum fáa lýst, hvørji øki dentur skal leggjast á.

Vitja heimasíðuna hjá Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.