Havhestur g.nordoy-flickr.jpg
Skriva út
Lagt út: 26.02.2022

Granskingarstuðul til kortlegging av havhestastovninum

Umhvørvisstovan hevur fingið játtað 3 mió. kr. í granskingarstuðli frá grunninum Aage V. Jensens Naturfond til at seta í verk ymsar kanningar til tess at økja vitanina um havhest í Føroyum og hvussu hendan kann leggja grundarlag undir burðardyggari gagnnýtslu av stovninum.

Soleiðis greiða tey frá á us.fo:

- Størri parturin av stuðulinum skal brúkast til eina ph.d. verkætlan, har drona skal nýtast at telja og halda eyga við havhestastovninum. Harumframt snýr verkætlanin seg um at greina aldursbýtið (demografi) hjá havhesti og at fáa til vega neyvari upplýsingar um stovnsstøðuna m.a. við at byrja sjálvbodnari skráseting av veiðu og eygleiðingum.

- Tað er helst øllum greitt, at havhestur er ein týdningarmikil partur av okkara náttúru og hann hevur eisini serligan týdning fyri føroyska samfelagið. Havhestur verður nógv veiddur, og í so máta er talan um ein fugl og tilfeingi, sum nógvir føroyingar hava havt stóra gleði av seinastu 100 árini. Vísindaliga geva kanningar av havhesti eina góða ábending um dálking í havumhvørvinum og tí verður hann áhaldandi kannaður á Umhvørvisstovuni, sum liður í okkara umhvørviseftiransing.

Verkætlanin er skipað sum eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Aarhus Universitet, Tjóðsavnið, Havstovuna og Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy.

Kelda: us.fo

Mynd: G. Norðoy/Flickr