Granskingarstjórin í uppskoti sum almennur leiðari 2013
Á leiðaradegnum 1. mars verður kunngjørt, hvørji eru kosin ársins leiðarar 2013 innan tað almenna og tað privata.
Millum tær tríggjar, sum eru í uppskoti til ársins almenna leiðara, er Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum. Hinar báðar eru Halldis Joensen, leiðari fyri Heimið við Vallalíð, og Salua Manai, leiðari á Margarinfabrikkini.
Tríggir menn eru í uppskoti til ársins privata leiðara. Teir eru Ólavur Asafson, stjóri fyri KJ-Hydraulik, Jens Meinhard Rasmussen, stjóri fyri Skansi Offshore) og Kristian Martin Rasmussen, stjóri á p/f Christian í Grótinum.
Tað er Synergi, sum skipar fyri Ársins leiðaradegi á níggjunda sinni. Almenningurin hevur í eina tíð havt møguleika at senda inn uppskot til ársins leiðarar. Ein dómsnevnd hevur síðaniv alt út tey innan tað almenna og tað privata, sum nú eru innstillaði. Tað er eisini dómsnevndin, sum ger av, hvørji verða kosin ársins leiðarar.
Myndin er av John D. Olsen, Brynhild N. Petersen og Anniku Sølvará á Jobmatch fyri Granskingarráðið.