Christiansborg
Skriva út
Lagt út: 29.11.2023

Granskingarráðið umsitur tvær stuðulsskipanir við fígging úr Danmark

Granskingarráðið umsitur nú tvær skipanir til gransking við fígging frá donsku fíggjarlógini.

Granskingarráðið hevur síðani 2020 umsitið eina granskingarskrá um havgransking í Norðuratlantshavi, sum hevur til endamáls at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking.

25,5 mió. kr. vóru settar av á donsku fíggjarlógini í tíðarskeiðnum 2020-2023 til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi. Skráin er síðani viðkað við 15 mió. kr. í 2024-2025, og í fíggjarlógarsemjuni, ið júst er gjørd, eru 15,8 mió. kr. afturat settar av til havgransking í 2026-2027. Tvey játtanarumfør hava verið frá skránni, og seks verkætlanir hava fingið tilsamans slakar 21 mió. kr. Umsóknarfreist til triðja játtanarumfar er 11. desembur.

Granskingarráðið hevur í ár eisini fingið eina nýggja játtan frá donsku fíggjarlógini til gransking í uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikki at umsita. Endamálið er at økja samstarvið millum føroyskar, grønlendskar og danskar granskingarstovnar um uttanríkis- trygdar- og verjupolitikk. 10,2 mió. kr. eru settar av til granskingarskránna í tíðarskeiðnum 2023-2026. Í sambandi við fíggjarlógarsemjuna fyri 2024 er avtala gjørd um at økja játtanina við 5,5 mió. kr. í 2024-20226.

Granskingarráðið fyrireikar í løtuni fyrsta útboðið av stuðli til gransking í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki.

Játtanirnar fyri 2024-2026 eru við fyrivarni fyri, at fíggjarlógin verður samtykt.