Granskingarráðið tekur valfepurin viðvíkjandi gransking, menning og nýskapan í Føroyum
Í nýggju ársfrágreiðing Fróðskaparsetursins eftirlýsir Magni Mohr, prorektari, visjónir. Hann sigur:
”Einstakar verkætlanir verða vanliga væl viðgjørdar í miðlunum, og hetta er gott, men ov drúgt er millum snapsarnar, tá talan er um, at politisku Føroyar vísa, at tær síggja møguleikarnar at gagnnýta ta ómetaliga fjølbroyttu serfrøðina, sum er á einum universiteti.”
Nú løgtingsval er í hondum, hevur Granskingarráðið sett øllum politisku flokkunum fýra spurningar um gransking, menning og nýskapan, fyri at hoyra teirra hugsan.
Spurningarnir eru sendir við áheitan um svar tíðliga í komandi viku.
Spurningarnir eru:
1. Hvønn týdning hava gransking, menning og nýskapan fyri samfelagið?
2. Hvat er tykkara visjón fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
3. Nevn onkra granskingarverkætlan, sum tit halda, vit áttu at farið undir í Føroyum í næstum.
4. Eru onkur ítøkilig átøk, tykkara flokkur ætlar at fremja til frama fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Svarini frá flokkunum verða løgd á gransking.fo, so hvørt tey koma inn.
Umframt at svara spurningunum omanfyri, eru flokkarnir bodnir at taka “Granskingarkvissina”.
Tú kanst eisini royna teg her