GRF 2017.jpg
Skriva út
Lagt út: 19.01.2018

Granskingarráðið í 2017

2017 var eitt sera fjølbroytt og virkið ár í Granskingarráðnum. 21 verkætlanir fingu játtað stuðul, Vísindavøkan hevði 10 ár á baki, Granskingarráðið og EURAXESS fingu nýggjar heimasíður, nýggj nevnd varð sett fyri Granskingargrunnin og farið varð undir arbeiðið at endurskoða lóg um gransking.

Nýggj Granskingarnevnd

Nýggj nevnd varð vald fyri Granskingargrunnin í 2017. Granskingarnevndin er ovasti myndugleiki fyri grunnin.

Granskingarnevndin hevur ovastu leiðsluna yvir grunninum og yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini um virksemi grunsins verða fylgdar, og at grunnurin virkar samsvarandi endamálinum. Hon umsitur Granskingargrunnin og tekur endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar.

Granskingarnevndin ráðgevur landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum, og hon skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum.

Tað eru 7 limir í nevndini. Teir skulu annaðhvørt hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.

Í nýggju nevndini eru 5 nýggir limir, tveir eru valdir aftur frá undanfarna skeiði.

Limirnir eru:

- Wilhelm E. Petersen, ph.d., stjóri á Vinnuháskúlanum, formaður, tilnevndur av Mentamálaráðnum
- Erika A. Hayfield, ph.d., lektari á Fróðskaparsetrinum, tilnevnd av Mentamálaráðnum
- Rúni Weihe, deildarleiðari fyri gransking&menning á Havsbrún, tilnevndur av Fiskimálaráðnum
- Richard Schwartson, KT-leiðari hjá Landsapotekaranum, tilnevndur av Heilsumálaráðnum
- Marjun Wilhelm, góðskuleiðari hjá Luna, tilnevnd av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum
- Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK, tilnevnd av Arbeiðsgevarafelagnum
- Helgi Eidesgaard, savnshjálpari á Landsskjalasavninum, nú høvundur hjá Føroya Arbeiðarafelag, tilnevndur av løntakarafeløgunum

Granskingargrunnurin

Nógvar og fjølbroyttar umsóknir um granskingarstuðul komu inn til árligu freistina 15. februar. Í alt 42 umsóknir komu inn og er tað væl fleiri enn árið fyri, tá talið var 26, sum var tað lægsta í nógv ár. Metið var í 2014, tá 48 umsóknir komu inn. Tilsamans varð søkt um í alt 37 mill. kr.

Helmingurin av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir.

Í mai kunngjørdi Granskingarráðið, at 12 nýggjar verkætlanir fingu stuðul. Tilsamans játtaði Granskingarnevndin 7.480.945 kr. til verkætlanir á økjunum tøkni, mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa.

Stuðul var latin 8 ph.d.-verkætlanum og 4 øðrum verkætlanum. 6 kvinnur og 6 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og fyritøkum í Føroyum, Danmark og Stóra Bretlandi.

Sí stuðulsmóttakararnar her

Sjúkrakassagrunnurin

2017 var fjórða árið, ið stuðul varð latin úr Sjúkrakassagrunninum. Fæið hjá sjúkrakassunum er lutað út til trý høvuðsøkir. Ein partur er farin til upplýsandi tiltøk og kanningarverkætlanir, ið kunnu menna heilsuøkið. Ein annar partur til stuðul til gransking og menning á fimm raðfestum heilsuøkjum. Og ein triði partur er nýttur til at stuðla menning av gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi stovnar á trimum raðfestum heilsuøkjum.

Við dyggari fígging frá Sjúkrakassagrunninum vóru tvey vísindastørv sett í 2017, sum koma at verða berandi í toyminum í Deplinum fyri heilsu- og almannagransking, sum er skipaður á Fróðskaparsetrinum. Les meira her

Harafturat er stuðul latin til ph.d.-verkætlan í Deplinum fyri heilsu- og almannagransking. Depilin er í fyrsta umfari eitt amboð til neyvt granskingarsamstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið. Ítøkiliga snýr samstarvið seg um uppbygging av Masterútbúgving í heilsuvísindum og um at menna granskingina á heilsu- og almannaøkinum.

Í mai varð lýst eftir umsóknum um stuðul til gransking í hjartasjúkum og krabbameini frá Høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum. 7 umsóknir komu inn til freistina 1. september.

Í desember 2017 varð stuðul játtaður til tvær verkætlanir á heilsuøkinum. Sí stuðulsmóttakarar her

Tað vórðu settar 11,8 mill. kr. av til Høvuðsøki 2 í 2014 og hesar eru nú allar játtaðar. Við hesum er játtaður stuðul til í alt 16 verkætlanir í Føroyum. Sí yvirlit her

Á høvuðsøki 1 kunnu føroysk áhugafeløg søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk innan heilsuøkið í Føroyum. Til samans 26 smærri verkætlanir hava fingið stuðul higartil. Sí yvirlit her

Saman við fænum úr gomlu sjúkrakassunum var eisini bygningurin hjá Havnar Sjúkrakassa. Í juni 2017 varð bygningurin seldur við yvirtøkudegi 15. juli 2017. Sambært leiðreglunum skulu inntøkurnar frá søluni eisini brúkast til stuðul. Hetta verður ikki fyrr enn aftaná 1. apríl 2019, tá freistin fyri at seta fram krøv móti avtiknu sjúkrakassunum er farin. Er einki krav komið, verður øll inntøkan frá søluni býtt út á tey trý høvuðsøkini.

Nýggjur stuðulsmøguleiki til vinnu ph.d.

Sum nakað nýtt varð í 2017 møguligt at søkja stuðul til vinnu ph.d.verkætlanir. Peningurin til hesa stuðulsskipan kemur úr Minningargrunninum fyri Dánjal Niclasen. Hetta er grunnur, sum varð stovnaður í 1976 við tí endamáli at stuðla ungum føroyingum til víðari útbúgving innan fiskivinnu.

Nevndin fyri grunnin gjørdi í 2016 av at avtaka grunnin og lata Granskingarráðnum peningin til útlutan av stuðli við almennum endamáli, føroyskum vinnulívi at gagni, soleiðis sum tað var ásett í upprunaligu viðtøkunum.

Í juni varð lýst eftir umsóknum um stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir. Talan er um stuðul til granskingarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í fyritøku ella vinnu.

Fyrsta umsóknarfreistin var 1. september 2017. Tó at fleiri vístu møguleikanum áhuga, so vóru ikki nóg dyggar umsóknir. Avgjørt varð at lýsa av nýggjum, samstundis sum farið var á kunningarferð um landið fyri at tryggja, at fyritøkur og onnur áhugaði kendu til møguleikan fyri vinnu ph.d.-stuðli. Komandi freistin er 1. mars 2018.

Gransking.fo í nýggjum hami

Í mars mánaði var nýggja útgávan av gransking.fo almannakunngjørd.

Skipanin aftanfyri er nýggj, meðan sjónliga síðan í stóran mun byggir á undanfarnu síðuna. Sniðið er dagført og nýggjar funkur eru á síðuni. Alt tilfarið á gomlu síðuni er gjøgnumgingið og størsti parturin er fluttur yvir á nýggju síðuna, har tað er skipað av nýggjum. Næstan 1500 tíðindi frá 2003 til 2017 eru flutt við.

Í sambandi við umleggingina av heimasíðuni varð avgerð tikin um at dagføra enska stovnsheitið. Stovnurin hevur á enskum verið kallaður "The Faroese Research Council". Hetta var ikki nøktandi í samskiftinum við útlendingar, sum ikki altíð knýta Faroese við Faroe Islands. Enska stovnsheitið var tí broytt til "Research Council Faroe Islands" fyri at gera tað greiðari úti í heimi. Eisini samsvarar hetta við heitið hjá EURAXESS tænastuni, sum á enskum kallast "EURAXESS Faroe Islands".

Sansir hevur sniðgivið og forritað nýggju síðuna fyri Granskingarráðið.

Vísindavøkan 2017

Í 2017 varð Vísindavøka á skrá á 10. sinni. Nógv tiltøk vóru í september mánaði, sum góvu øllum føroyingum høvi at fáa ein bita av Vísindavøkuni, sum var í Havn 29. september.

Vísindavøka á ferð

Í august mánaða var tilboðið við fyrilestrum til Vísindavøkuna á ferð 2017 almannakunngjørt.

Hetta var triðja árið á rað, at Vísindavøkan var á ferð kring alt landið. Fyrilestrar kundu bíleggjast til at verða hildnir í tíðarskeiðinum 15.-28. september. Endamálið við tiltakinum er at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni.

Undirtøkan var aftur sera stór. Til samans vóru fleiri enn 50 fyrilestrar kring alt landið í døgunum 13. -28. september. 5 fyrilestrar vóru á skrá í Norðoyggjum, 14 í Eysturoynni, 9 í Norðurstreymoy, 19 í Tórshavn, 4 í Vágoy og 3 í Suðuroy.

Vísindavøkublaðið 2017

Undan Vísindavøkuni var eitt serligt Vísindavøkublað borið út í hvørt hús í Føroyum saman við Sosialinum.

Í blaðnum eru m.a. greinar um granskingina hjá Paulu Gaard av bókaummælum, um ílegugreiningar sum Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu ger av sild, og um, hvussu Eyðfinn Magnussen heldur, at leikvísindi kunnu hjálpa granskarum. Her er samrøða við Tórheðin J. Jensen, sum heldur, at íborin vitan skal gagnnýtast betur. Eisini er samrøða við Jacob Eli Olsen, lærara, sum heldur, at Landsroyndirnar køva áhugan hjá børnum at granska. Kári Sólstein sigur frá, hvussu honum dámar at skeikla fatanina hjá fólki.

Blaðið kann lesast í pdf-útgávu her

Miðlaheiðursløn

Á Vísindavøkuni 2017 varð heiðursløn latin á fimta sinni fyri at duga serliga væl at miðla granskingarúrslit og vísa á týdningin av gransking ella á annan hátt at varpa ljós á nyttuna av vísindum.

Øll kundu senda uppskot inn við grundgeving fyri, hví mett varð, at viðkomandi átti at fáa heiðurin. Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum metti um innkomnu uppskotini.

Anna Katrin Matras, samskiftisfólk á Fróðskaparsetrinum, kunngjørdi, hvør fekk heiðurin:

“Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2017 verður latin Jens-Kjeld Jensen, tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina, sum eru:

- miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara,
- íkast til at økja fatanina av gransking í samfelagnum, og
- fangandi og kjakkveikjandi miðling.”

Les alla røðuna við grundgevingum her

Ársins Vitanarfróðu

Á fyrsta sinni varð skipað fyri kapping millum skúlaflokkar í miðdeild og hádeild undir heitinum Ársins Vitanarfróðu.

Granskingarráðið og Nám skipaðu kappingina við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi.

Allir skúlar vóru bodnir at senda tilfar inn til kappingina. Næmingar og lærarar skuldu taka støði í onkrum, sum teir undraðust á. Síðani skuldi arbeiðast eftir einum føstum leisti, sum at enda varð savnaður í eini frágreiðing, sum skuldi sendast Granskingarráðnum.

Tríggir flokkar luttóku í kappingini. Ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám og eitt umboð fyri Granskingarráðið mettu um frágreiðingarnar og valdu vinnaran, sum var 5. flokkur í Eysturskúlanum. Nevndin helt, at hesin flokkurin hevði valt eitt passaliga avmarkað evni. Hugskotið var gott, og arbeiðið sá út til at vera samanhangandi. Nevndin helt eisini, at arbeiðið var kreativt og væl miðlað.

5. flokkur í Eysturskúlanum hevði kannað, hvørt tað er neyðugt at brúka sápu. Fyri tað fekk flokkurin handað heiðursbræv, 5.000 kr. og eina útferð saman við tveimum granskarum. Les meira her

Vísindavøkan 29. september

Við evninum Tilfeingi sum felags evni var almenningurin bjóðaður á Vísindavøku 29. september frá kl. 8 á morgni til kl. 18 í Reinsarínum, Perluni og á Perlutorginum. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, setti Vísindavøkuna við røðu, sum kann lesast her

Allan dagin vóru framsýningar og samvirkin tiltøk kring evnið Tilfeingi. Her var høvi at hoyra, síggja, smakka, lukta og royna ymiskt, sum hevur samband við føroyska gransking. Aftur var telt sett á p-økið við Hvonn, har lærarar og næmingar í Hoydølum skipaðu vælumtókt eksperiment fyri næmingum frá mið- og hádeild.

Ein av høvuðstættunum í Vísindavøkuni er framløgur um aktuella gransking í Føroyum. Granskarar og onnur, sum arbeiða við gransking, greiða frá um okkurt evni í stuttari framløgu við høvi til spurningar og kjak aftaná. Í 2017 vóru framløgur um alt frá skerpikjøtsbakterinum og tara, hjartasjúkum og tarmbruna til trúgv, tøgn og talufrælsi. Sí yvirlitið yvir framløgur her

Horizon 2020

Føroyar luttaka í Horizon 2020, sum er granskingar- og menningarskráin hjá ES fyri árini 2014-2020. Í hesum samstarvi er møguligt hjá bæði almennum stovnum og privatum fyritøkum at søkja stuðul til gransking, menning og nýskapan. Higartil eru fleiri enn 50 umsóknir sendar til Brússel, har av 11 hava fingið játtað stuðul til virksemi í Føroyum.

Tað, sum hevur merkt 2017 er, at alsamt fleiri smáar fyritøkur royna hesar møguleikar.

Umboð fyri ES kommissiónina vóru í Føroyum í mars mánaði 2017 á fundi í samstarvsnevndini, sum er sett í sambandi við granskingarsamstarvið. Á fundinum varð luttøkan higartil í Horizon 2020 umrødd og staðfestast kundi, at millum tey yvir 40 luttakandi londini í Horizon 2020 er Føroyar tað landið, sum lutfalsliga fær flest umsóknir játtaðar. Sum dømi um góðu gongdina nevndu ES umboðini, at játtanir til føroyskar granskarar svara til 50 evrur fyri hvønn íbúgva, samanborið við 41 evrur í miðal fyri ES limalondini.

Tó at langt er á mál og at tað eru skipanir í Horizon 2020, har føroysku royndirnar enn ikki hava givið úrslit, sum til dømis flytføri skipanin Marie S. Curie Actions, so gongur framá.

Sum partur av Horizon 2020 luttekur Granskingarráðið í fleiri netverkum fyri NCP (National Contact Point) tænastuna, sum er staðsett í Granskingarráðnum. Í mars mánaði vóru tvey umboð úr NCP netverkinum, Sis.net og vitjaðu í Granskingarráðnum. Sis.net arbeiðir við økinum Science with and for Society, Swafs í Horizon 2020. Talan var um eina arbeiðsvitjan við denti á evni viðkomandi fyri Swafs. Tær vitjandi vóru Pascale Van Dinter úr Belgia og Kristin Eikeland Johansen úr Norra.

Arbeiðsvitjanin hevði sum endamál at deila áskoðanir og royndir innan ymsu økini í Swafs. Eitt øki, sum er fevnt av Swafs, er Responsible Research and Innovation, RRI. Tá ið hetta evnið varð viðgjørt, luttóku granskarar av Setrinum eisini á fundinum.

Euraxess

EURAXESS er ein tænasta, sum skal gera tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond at arbeiða í styttri ella longri tíð. 40 lond í Evropa eru við í EURAXESS samstarvinum.

Fyrst í 2017 fekk EURAXESS Føroyar nýggja heimasíðu. Nýggi portalurin er at finna á www.euraxess.fo

Portalurin hevur nógvar viðkomandi upplýsingar fyri granskarar, sum vilja koma til Føroya at granska. Upplýsingar eru millum annað um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og onnur praktisk viðurskifti í sambandi við at flyta til Føroya. Eisini eru lýsingar av føroyska granskingarumhvørvinum.

Føroyski EURAXESS portalurin er nú í størri mun samvirkandi partur av tí evropeiska EURAXESS portalinum. Evropeiski portalurin varð endurskoðaður í desember 2016 og hevur fleiri nýggjar dátugrunnar og leitimøguleikar, ið venda sær til granskarar, granskingarstovnar og vinnufyritøkur.

Á portalinum ber til at finna leys granskingarstørv í Evropa. Føroyskir granskingarstovnar og -virkir kunnu lýsa størv leys ókeypis á portalinum, og føroyskir granskarar kunnu leggja síni CV út.

Eisini EURAXESS tænastan hevði arbeiðsvitjan í 2017. EURAXESS samskiparin hjá Íslandi Kristmundur Ólafsson var á fundum við umboð fyri Granskingarráðið, Fróðskaparsetrið og Mentamálaráðið og vitjað varð á fleiri granskingarstovnum.

Kunningarfundir

Granskingarráðið hevur javnan kunningarfundir um møguleikar at søkja stuðul til gransking, menning og nýskapan. Tað verður kunnað bæði alment og eftir áheitan frá stovnum og fyritøkum.

Tann 6. mars 2017 var Granskingarráðið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við kunningartiltaki, sum var fyriskipað í samstarvi við MFS.

Kunnað varð um møguleikar fyri at søkja um stuðul úr Granskingargrunninum til verkætlanir, sum hava tilknýti til Føroyar ella sum hava týdning í føroyskum høpi. Eisini varð kunnað um møguleikarnar fyri at søkja um stuðul úr Horizon 2020.

Louise Meier Carlsen greiddi frá um ítøkiligar royndir við at søkja stuðul og at vera ph.d.-lesandi. Hon er innskrivað til ph.d.-lestur á Københavns Universitet, og undirvísir og granskar á Fróðskaparsetrinum.

Eisini var kunningarfundur um vinnu ph.d. í Vinnuhúsinum mikudagin 21. juni. Á fundinum varð greitt frá um møguleikan at fáa stuðul til granskingar- ella menningarverkætlan í einari fyritøku ella á einum vinnuøki.

Granskingarráðið skipaði í døgunum 28.-30. november fyri kunningarfundum á Kambsdali, í Tórshavn og í Vági um ymsar aktuellar stuðulsmøguleikar. Her var bæði greitt frá um vinnu ph.d. og um møguleikar fyri stuðli til vinnuna í Horizon 2020.

Síðsta kunningarátakið var á Jobmatch í Norðurlandahúsinum í desember, har nógvir gestir løgdu leiðina framvið básin hjá Granskingarráðnum. Flestu spurningarnir snúðu seg um stuðulsmøguleikar til granskingarverkætlanir, serliga til ph.d.-lestur. Til framløgu um stuðulsmøguleikar vóru um 40 fólk og lurtaðu.

Tíggju nýggir ph.d.arar í 2017

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava tíggju føroyingar lokið ph.d.í 2017. Tvær av ph.d.-verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum. Les meira her

Lóg um gransking

Í 2017 varð skjøtul settur á at dagføra lógina um gransking. Hóast lógin ikki er gomul, so hendir nógv á økinum gransking, menning og nýskapan, og serliga tí er tørvur á dagføring og neyvari greining.

Ein arbeiðsbólkur er settur at gera tilmæli um, hvørjar dagføringar og tillagingar eiga at verða gjørdar. Bólkurin hevur arbeitt við ymsum spurningum og er um at vera klárur við einum tilmæli. Næsta stigið verður at gera ítøkiligt lógaruppskot. Miðað verður eftir at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið í komandi tingsetu, eftir at tað hevur verið til hoyringar hjá avvarðandi pørtum.

Fíggjarlógin 2018

Árið 2017 endaði við, at Løgtingið samtykti løgtingsfíggjarlógina við øktari játtan til Granskingargrunnin. Tað eru nú 8,3 mill. kr. tøkar til stuðul úr Granskingargrunnin í 2018, tað eru 800 tkr. meira enn í 2017.

Nýggjar avbjóðingar í 2018

Partar av virkseminum hjá Granskingarráðnum hava verið árliga afturvendandi, serliga stuðul til gransking, kunning um Horizon 2020 og Vísindavøkan, meðan aðrar uppgávur og tiltøk koma og fara. Hetta verður sannlíkt eisini so í 2018.

Ætlanin er at seta enn størri fokus á møguleikarnar í Horizon 2020, og so fara fyrireikingar til komandi skránna, kallað FP9, at fylla nakað. Arbeiðið við lóg um gransking fer helst at krevja nógva orku, umframt at ætlanin er at menna fyrisitingarliga samstarvið við hinar stuðulsskipanirnar til gransking, menning og nýskapan.

Til ber at fylgja við virkseminum hjá Granskingarráðnum her á síðuni og á Facebook síðu okkara.

Gott nýggjár!