b3c510a29f23a8494e7eb6fef7c3fa38.jpg
Skriva út
Lagt út: 17.01.2016

Granskingarráðið – 2015 í samandrátti

2015 var enn eitt fjølbroytt ár hjá Granskingarráðnum. Fleiri stór átøk og vitjanir hava verið og nógv afturvendandi virksemi, sum granskingarstuðul og Vísindavøkan.

Tað eru í alt latnar 24 játtanir um stuðul til gransking og menning í 2015. Av hesum eru 10 játtanir úr Granskingargrunninum og 14 játtanir úr Sjúkrakassagrunninum. Tilsamans eru játtaðar 17.162 tkr., sum skulu brúkast næstu 1-5 árini. Størsta einstaka játtanin er til samstarv um ein Depil fyri heilsugransking, har 7 mill. kr. eru játtaðar.

Gott 80 norðurlendskir gestir vóru á EURAXESS ráðstevnu í mai. EURAXESS tænastan, sum fyrstu tvey árini var ein verkætlan við fígging frá ES-granskingarsamstarvinum, heldur fram sum partur av virkseminum í Granskingarráðnum og á Fróðskaparsetrinum.

Meira ferð kom á Horizon 2020 virksemið. Vit skipaðu fyri fleiri kunningarfundum og luttóku á eini røð av fundum og venjingum í Evropa. Føroyskir stovnar og virkir vóru við í í minsta lagi 17 umsóknum um stuðul og 4 av hesum fingu játtað stuðul.

Í sambandi við árligu Vísindavøkuna, sum granskingarstovnarnir og Granskingarráðið skipa fyri, skipaðu vit fyri nýggjum átaki, Vísindavøka á ferð. Hetta varð sera væl móttikið. Knapt 1500 fólk tilsamans vóru og lurtaðu eftir teimum 45 fyrilestrunum, sum vóru kring alt landið.

Stuðul úr Granskingargrunninum
Í 2015 vóru nógvar umsóknir um stuðul úr Granskingargrunninum. Tá freistin at søkja var úti 16. februar vóru 44 umsóknir komnar inn, bara eitt vet lægri enn metárið 2014, tá 48 umsóknir vóru.

Granskingarnevndin játtaði á fundi 18. mai stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans vóru játtaðar 6.364 tkr. til verkætlanir á økjunum mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa.

Á økinum mentan fekk Andriása Dam Joensen játtað kr. 693.087 til ph.d. verkætlan við heitinum: Samstarvandi læruhættir og ávirkan teirra á næmingar, læring, úrslit og ósemjuhandfaring: Ein kvantitativ og kvalitativ kanning av verksetan og eftirmeting av bretsku SPRinG verkætlanini í einum føroyskum høpi.

Á økinum náttúra og náttúrutilfeingi vóru tríggjar játtanir givnar. Sólvá Jacobsen fekk játtað kr. 486.375 til verkætlan við heitinum: Livilíkindi hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum. Debes Christiansen fekk játtað kr. 425.000 til verkætlan við heitinum: Virulentur ILA virus aftur ávístur í Føroyum. Sissal Erenbjerg fekk játtað kr. 640.000 til ph.d. verkætlan við heitinum: Vatnskiftið í Sundalagnum og grannafirðum: Ein modelkanning.

Á økinum matur fekk Debes Christiansen játtað kr. 80.000 til: Eyðmerking av bakterium í samband við ræsing av skerpikjøti: ein forkanning.

Á økinum samfelag vóru tvær játtanir. Runa Preeti Høgnesen fekk játtað kr. 1.130.000 til ph.d. verkætlan um: Tvør-tjóðað hjúnaband, samfelag og skapan av kvinnuleika. Ein greining av giftum filipinskum og teilendskum kvinnum í Føroyum og royndum teirra við inklusión og eksklusión. Hallbera West fekk játtað kr. 1.130.000 til ph.d. verkætlan við heitinum: Ábyrgdargering og fólkaræðislig góðska í føroysku politisku skipanini.

Á økinum heilsa vóru tríggjar játtanir givnar. Ulrike Steuerwald fekk játtað kr. 520.000 til verkætlan við heitinum: Eru berarar av ílegu fyri glykogengoymslubreki og fólk við lágum karnitini í blóðinum í serligum vanda fyri typu 2 diabetes. Jan Rasmussen fekk játtað kr. 260.000 til verkætlan við heitinum: Karnitintrot - kanning av árininum á hjarta og vøddar hjá sjúklingum við CTD. Og Ester Weihe Jacobsen fekk játtað kr.1.000.000 til ph.d. verkætlan um: Psoriasis - Fenotypur og genotypur – hjá føroyingum – kanning av føroyska fólkinum.

Komandi umsóknarfreist til Granskingargrunnin er 15. februar 2016 kl. 12. Les meira her

Játtanirnar úr Sjúkrakassagrunninum
Sjúkrakassagrunnurin hevur fylt nógv í arbeiðinum hjá Granskingarráðnum í 2015. Her kann stuðul latast til trý høvuðsøki við tí endamáli at menna heilsuøkið í Føroyum.

Høvuðsøki 1
Høvuðsøki 1 fevnir um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir, sum eru smærri granskingarverkætlanir.

Í fyrsta ársfjórðingi vóru tvær játtanir latnar til tiltøk. Autismufelagið fekk játtað kr. 80.000 til Autismuráðstevnuna 2015, sum var í Norðurlandahúsinum 17. og 18. september, og Føroyafelag fyri Børn/Ung við Føroyasjúkuni fekk játtað kr. 41.460 til EPI-374 seminar fyri børn við Føroyasjúkuni og avvarðandi teirra. Hetta seminarið var 4. til 6. oktober.

Miðskeiðis í árinum var játtan latin tveimum kanningarverkætlanum. Talan var um fyrstu játtanirnar til kanningarverkætlanir, sum vóru latnar úr Sjúkrakassagrunninum. Onnur játtanin var latin Føroya Tannlæknafelag til verkætlan, sum kallast: “Handfaring av støðum við illgruna um fysiskan ágang ella umsorganarsvík av børnum - ein tvørskurðskanning millum tannlæknar og tannrøktarar í Føroyum.” Talan er um verkætlan, sum er mett at taka 1 ½ ár og játtanin er kr. 120.000. Unn Jacobsen er verkætlanarleiðari. Hina játtanina fekk Hjartafelagið til verkætlan, sum kallast: “Eginumsorgan hjá sjúklingum við hjartasvíkjan í Føroyum.” Talan er um verkætlan, sum er mett at taka knøpp 2 ár og játtanin er kr. 139.506. Katrin á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur, er verkætlanarleiðari.

Seint á árinum vóru aftur tríggjar smærri játtanir latnar. Føroya Lærarafelag fekk játtað kr. 50.000 til bók til ung um kroppin, kenslur og kynslív. Bókin skal eftir ætlan koma út á vári 2016. FÁ 3, sum er áhugabólkur undir felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri anestesi- og intensivsjúkrarøktarfrøðingar fekk játtað kr. 40.000 til hjartastartaradag, sum skal vera í SMS í februar 2016. Og Cøliakifelag Føroya fekk játtað kr. 90.000 til gerð og prent av bóklingi um cøliaki.

Høvuðsøki 2
Høvuðsøki 2 í Sjúkrakassagrunninum fevnir um stuðul til gransking og menning. Tá ið freistin at søkja var farin 1. september, høvdu 13 fólk søkt stuðul til heilsugransking. Hetta er væl lægri enn árið fyri, tá 28 umsóknir komu inn. Ein orsøk til hetta er helst, at 7 fólk høvdu fingið stuðul til verkætlanir frá hesum økinum í desember 2014, og at 3 fólk fingu stuðul úr Granskingargrunninum í mai 2015 til heilsugransking. Hesar verkætlanirnar eru júst farnar í gongd ella um at fara í gongd.

Av teimum 13 umsóknunum fingu 6 játtaðan stuðul. Tilsamans vóru 3.237 tkr. tillutaðar til verkætlanir á høvuðsøki 2. Játtanir vóru í 2015 latnar á trimum raðfestum økjum.

Á økinum heilsa sum sosialt fyribrigdi fekk Kristianna Dam frá Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya kr. 312.638 til eina verkætlan um lívsfatanina hjá ungum, sum eru uppvaksin við sálarsjúkum foreldrum. Marin Strøm frá Megindeildini fyri Náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetri Føroya fekk kr. 536.736 til eina verkætlan um sambandið millum kost og rørslu hjá føroyskum tannáringum og sosiobúskaparligu og heilsuligu støðuna hjá familjuni.

Á økinum heilsa sum medisinskt fyribrigdi fekk Shahin Gaini frá Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum kr. 318.536 til eina verkætlan at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran (sepsis), har bakteriur eru funnar í blóðnum. Verkætlanin kallast BiFaSeps (Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study). Maria Skaalum Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fekk kr. 667.421 til eina verkætlan um genetisku orsøkirnar til Alzheimers sjúku í Føroyum. Og Turid Hammer frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fekk kr. 1.217.022 til eina ph.d. verkætlan um tarmbrunasjúkur í Føroyum.

Á økinum sálarfrøðilig heilsa fekk Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá Ílegusavninum kr. 184.223 til eina verkætlan um at eyðmerkja og greina genetisk frávik í Føroyum, sum økja vanda fyri at fáa panikkangist.

Høvuðsøki 3
Á triðja høvuðsøkinum er játtan sett av til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum. Drúgvar tingingar vóru millum partarnar og í desember varð endiliga komið á mál. Týsdagin 8. desember var samkoma í Heilsu og Innlendismálaráðnum, har avtala um stuðul til at menna ein Depil fyri heilsugransking varð undirskrivað. Talan er um 7 mill. kr. sum verða latnar úr Sjúkrakassagrunninum til samstarv millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Leiðreglur áseta neyvari, hvussu stuðulin skal brúkast. Hetta er til stovnssetan av Master útbúgving á heilsuøkinum, til ph.d. stuðul í heilsuvísindum/fólkaheilsu/sosialari heilsu, t.d. sjúkrarøkt, læknavísindum ella sosialvísindum og til setan av vísindastarvsfólki í heilsuvísindum/ fólkaheilsu/sosialari heilsu.

Á samkomuni helt Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsumálum røðu. Annika Sølvará stjóri í Granskingarráðnum greiddi frá um arbeiðið at gera avtaluna og síðani varð avtalan undirskrivað. Eisini Sigurð í Jákupsstovu rektari á Fróðskaparsetrinum helt røðu vegna samstarvsstovnarnar. Avtalan og røðurnar kunnu lesast her

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her

Tólv nýggir ph.d.arar í 2015
Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava tólv føroyingar ella fólk, sum arbeiða við føroyskum evnum, lokið ph.d. í 2015. Seks av hesum ph.d. verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum.

Tríggir heiðursdoktarar vóru tilnevndir á Fróðskaparsetrinum.

Les meira her

Horizon 2020
Løgtingið samtykti 28. apríl at taka undir við Løgtingsmáli nr. 87/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Horizon 2020-sáttmálan um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Føroyar og Evropeiska Samveldið. Hetta var ein formlig staðfesting av samstarvssáttmálanum, sum varð undirskrivaður í Brússel í desember 2014, og sum ásetir at Føroyar hava atlimaskap til granskingarsamstarvi.

Seinni í árinum komu serfrøðingar úr Brússel til Føroya at hava kunningarfundir. Anne Haglund-Morrissey, ráðgevi í Directorate-General for Research and Innovation og Anna-Karin Runemo umboðandi EASME vitjaðu í Føroyum í døgunum 9. og 10. november.

Skipað varð fyri almennum kunningarfundum í Havn og við Løkin í Runavík, sum serliga vendu sær til fyritøkur, ið hava áhuga fyri at søkja um stuðul úr Horizon 2020 til menningar- og vakstrarætlanir. Mett verður, at føroyskar fyritøkur kunnu fáa góðar menningar- og vakstrarmøguleikar, um tær søkja stuðul úr Horizon 2020 ella eru partur í einari umsókn við fleiri samstarvspørtum. Umframt fíggjarligan stuðul skal fyritøkan hugsa breitt, troyta síni netverk uttanlands og byggja upp altjóða samstarv, sum gevur innlit í nýggjar marknaðir. Umframt kunningarfundir varð vitjað í Mentamálaráðnum og á Fróðskaparsetrinum.

Sambært upplýsingum hjá Granskingarráðnum eru føroyskir stovnar og virkir við í minsta lagi 17 umsóknum farna árið og 4 umsóknir hava fingið játtað stuðul.

EURAXESS heldur fram
EURAXESS verkætlanin, sum varð fíggjað av ES-granskingarsamstarvinum, endaði formliga 31. desember 2014. Á fundi í februar varð Stýrið fyri EURAXESS kunnað um gongdina í verkætlanini og um tær avbjóðingar, ið nú liggja fyri framman.

Í sambandi við verkætlanina hevur Granskingarráðið ment ein portal – www.euraxess.fo - við praktiskum upplýsingum til granskarar, sum vilja koma til Føroya ella fara út í heim at granska. Føroyska EURAXESS tænastan er partur av einum netverki við umleið 200 deplum í 40 londum.

Semja er um, at Granskingarráðið skal framvegis hava yvirskipaðu ábyrgdina av tænastuni og av at dagføra føroyska EURAXESS portalin. Tænastudeplar skulu framvegis vera í Granskingarráðnum og á Fróðskaparsetrinum, ið svara fyrispurningum frá granskarum, og kontaktfólkini á granskingarstovnunum, privatu vinnuni og viðkomandi almennum stovnum halda fram.

Euraxess ráðstevna

Samstarv og flytføri var á breddanum í mai, tá ið Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið vóru vertir fyri norðurlendskari EURAXESS ráðstevnu í Norðurlandahúsinum við umleið 80 luttakarum úr Noregi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Føroyum.

Á ráðstevnuni fingu luttakararnir høvi at hoyra um, hvussu ymiskir granskingarstovnar samstarva tvørtur um landamørk, og hvussu trupulleikar, ið stinga seg upp í sambandi við at flyta millum lond, verða loystir.

Umframt fyrilestrar vóru átta verkstovur hildnar um evnir, ið hava áhuga fyri granskarar, sum flyta millum lond.

Norðurlendska EURAXESS ráðstevnan í Føroyum var tann triðja ráðstevnan, har starvsfólk á norðurlendskum universitetum og øðrum granskingarstovnum hittast at tosa um felags áhugamál.

Les meira her

Vísindavøka á ferð
Fyrst í juli varð lýst við átakinum Vísindavøka á ferð – bílegg ein granskara! Í sambandi við Vísindavøkuna 2015 hevði ein røð av granskarum játtað at halda fyrilestrar kring landið í vikuni upp undir Vísindavøkuna. Endamálið var at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni.

Áhugin fyri átakinum var nógv størri, enn vit høvdu torað at droymt um. Seinast í august vóru avtalur gjørdar við 25 granskarar at halda 45 fyrilestrar kring landið í døgunum 21.-24. september. 6 fyrilestrar vóru í Norðoyggjum, 6 í Eysturoynni, 2 í Norðurstreymoy, 20 í Tórshavn, 3 í Sandoy, 1 í Vágoy og 7 í Suðuroy.

Granskarar vóru á skúlum, á arbeiðsplássum, bókasøvnum og aðra staðni, har teir fortaldu um sína gransking. Tiltakið eydnaðist sera væl. Knapt 1500 fólk møttu til teir 45 fyrilestrarnar og afturmeldingarnar um fyrilestrarnar vóru góðar. Talið á áhoyrarum var sera ymiskt, frá umleið 100, har tað var mest til knapt 10 onkrastaðni. Áhugin var tó líka stórur allastaðni, og fitt av spurningum og kjaki var aftaná fyrilestrarnar.

Vísindavøkan 2015
Fyrst í september var skráin fyri Vísindavøkuna klár. Tað eru granskingarstovnarnir og Granskingarráðið, sum skipa fyri í felag.

Eitt Vísindavøkublað við 16 síðum um gransking og um Vísindavøkuna varð borið í hvørt hús saman við Sosialinum 16. september. Hetta er fjórða Vísindavøkublaðið, sum er gjørt. Bløðini kunnu øll lesast her

Vísindavøkan var í granskarasetrinum iNOVA fríggjadagin 25. september við framløgum, stovnsbásum við eini rúgvu av samvirknum tiltøkum og ymiskt var til yngru gestirnar í einum telti, sum næmingar og lærarar úr Hoydølum stóðu fyri.

Nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum Rigmor Dam vísti á í sínari røðu, at útbúgving og gransking eru sera týdningarmikil mál, sum hon ætlaði at taka í størsta álvara sum landsstýriskvinna. “Granskingin skal uppraðfestast og íløgur skulu gerast í útbúgving og gransking, tí gera vit tað, skapa vit eisini gróðrarbotn fyri nýhugsan og nýskapan, vit skapa eitt meir áhugavert samfelag og harvið størri atdráttarmegi, so fleiri velja Føroyar.”

Hon tók eisini aftur í smáu visitkortini, sum Granskingarráðið hevði framleitt í sambandi við Vísindavøkuna fyri at varpa ljós á týdningin av gransking:

“Tað er betri at gita enn at vita”

“Granskarar duga ikki at miðla”

“Einki kemur burturúr gransking”

“Gransking er ikki fyri vanlig fólk”

Landsstýriskvinnan segði seg vóna, at niðurstøðan av Vísindavøkuni er: At tað er betri at vita enn at gita, at granskarar duga at miðla, at nógv kemur burtur úr gransking, og at gransking avgjørt er fyri vanlig fólk!

Kvøldið endaði við kvøldsetu til álvara og gaman. Kjakast var um møguleikar í fiskivinnuni, fótbóltskvinnurnar í FC Trón sungu og ársins miðlaheiðursløn varð handað Boga Hansen fyri framúr góða almenna miðling. Bogi er havfrøðingur og ein av okkara allar fremstu granskarum, sum umframt her heima eisini hevur gjørt vart við seg úti í heimi.

Les um Vísindavøkuna 2015 her

Nýggj stuðulsskipan til vísindaligar útgávur o.l.
Í 2015 var nýggj stuðulsskipan sett í verk. Nú er møguleiki hjá granskarum og forløgum at søkja Granskingarráðið um stuðul til útgávu av vísindaligum bókum og greinum. Peningurin til hesa stuðulsskipan kemur úr Eik Vísindagrunninum.

Á fundi 22. oktober 2015 samtykti Granskingarnevndin "Reglur um stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l." Við støði í hesum reglum samtykti Granskingarnevndin "Treytir fyri stuðli til útgávu av vísindaverkum o.l." Eisini vóru trý fólk vald í nevndina at umsita hesa stuðulsskipanina. Í nevndini eru Eyð Eidesgaard og Jákup Mørkøre vegna Granskingarnevndina og Maria Húsgarð vegna Granskingarráðið.

Les um skipanina og treytir her

Tiltøk og kunningarfundir

Ein uppgáva hjá Granskingarráðnum er at kunna um stuðulsmøguleikar. Granskingarráðið skipar tí javnan fyri kunningarfundum og leggur viðkomandi framløgur o.a. tilfar á heimasíðuna gransking.fo.

Tann 26. januar skipaði Granskingarráðið fyri kunningarfundi um møguleikar at fáa stuðul til verkætlanir úr Granskingargrunninum. Aftaná framløguna var sum vanligt møguleiki at seta spurningar og hetta gjørdi fleiri av teimum, sum vóru møtt til tiltakið.

Í 2015 hava verið fleiri enn 10 kunningarfundir um Horizon 2020. Fundirnir hava verið almennir ella á ávísum stovnum og fyritøkum. Ein almennur kunningarfundur var 28. apríl um flytføriskipanina í Horizon 2020, Marie Skłodowska-Curie Actions, sum veitir stuðul til granskarar á allari yrkisleiðini uttan mun til tjóðskap og innan øll fakøki. Stuðul verður eisini veittur til ídnaðar ph.d og onnur útbúgvingarnetverk, sum menna starvs- og yrkismøguleikarnar. Ólavur Gregersen stjóri á Syntesa greiddi á fundinum frá sínum royndum við serligum denti á nýggjastu verkætlanina við stuðli úr flytføriskipanini.

Tann 25. mars varð skipað fyri tiltaki við fyrilestrum frá Ig Nobel heiðurslønini. Talan var um øðrvísi vísindaligt tiltak, tá ið stroymað varð beinleiðis frá the Ig Nobel Prize – Denmark tour, sum var á Aarhus Universitet hetta kvøldið.

Granskingarráðið luttók á Atlantic Fair í Klaksvík í døgunum 12. til 14. mai. Vit hildu til á bási saman við Vinnuframa og Fiskivinnuroyndum. Serlig framløga var um møguleikarnar hjá smáum og miðalstórum fyritøkum at søkja stuðul úr Horizon 2020, eins og eisini varð víst á stuðulsmøguleikarnar hjá Vinnuframa og Fiskivinnuroyndum.

Týsdagin 24. november skipaðu Fiskivinnuroyndir, Vinnuframi, NORA og Granskingarráðið fyri kunnandi fundi um stuðul til gransking, menning og nýskapan í Føroyum.

Norðurlendskt samstarv
Granskingarráðið luttekur bæði í evropeiskum og norðurlendskum samstarvi. NordForsk er stovnur undir Norðurlandaráðnum, sum fíggjar og skipar norðurlendskt samstarv um gransking og granskingarinfrakervi. Stjórin í Granskingarráðnum er eygleiðari í NordForsk vegna Føroyar.

Í 2015 vóru 10 ár liðin, síðan NordForsk byrjaði sítt virksemi. Tvey umboð hjá Granskingarráðnum vóru hjástødd í Oslo tann 8. oktober, tá stór ráðstevna við umleið 170 luttakarum úr granskingarumhvørvum úr øllum norðurlondum vóru savnaði i Gamle Logen í Oslo fyri at hyggja aftur á fyrstu 10 árini og samstundis at umrøða tær avbjóðingar, sum stovnurin og norðurlendska granskingarsamstarvið hava fyri framman.

Tað verður tosað nógv um bæði í Norðurlondum og í Evropa, hví samstarvið í Norðurlondum eydnast so væl í mun til líknandi royndir í Evropa, sum ikki altíð ganga eins væl. Formaðurin í norska Stórtinginum Olemic Thommessen var rættiliga beinrakin, tá hann setti orð á hetta í talu, sum hann helt við veitsludøgurðan. Hann segði um fruktagóða samstarvið millum norðurlondini: “Vit eru nóg ymisk til at vera áhugaverd hjá hvørjum øðrum og nóg lík til kunna samstarva.”

Størv í Granskingarráðnum
Nakað av broyting hevur verið á skrivstovuni hjá Granskingarráðnum í 2015. Skrivstovan er mannað við stjóra, NCP samskipara, skrivara í hálvtíðarstarvi og parttíðarsettum EURAXESS fólki.

Skrivarin seinastu árini Annika Soll segði seg úr starvi og tí var lýst eftir nýggjum skrivara í mai til hálvtíðarstarv frá 1. august. Laila Egholm varð sett í starvið. Hon er ikki ókend á Bryggjubakka, tí hon m.a. hevur starvast hjá Løgtingsins Umboðsmanni, sum eisini húsast her.

Tá ið Granskingarráðið fekk játtan frá ES til EURAXESS-verkætlanina varð Dagmar Joensen-Næs sett at byggja upp tænastuna. Verkætlanin endaði formliga við árslok 2014, men tørvur varð á at røkja tænastuna víðari. Miðskeiðis í 2015 varð gjørt av at seta Dagmar í fast starv við 20% starvstíð við ábyrgd av EURAXESS-tænastuni.

Stjórastarvið hevur verið tíðaravmarkað líka síðan Granskingarráðið varð sett á stovn. Annika Sølvará hevur sitið í starvinum frá 2007 til 2012, tá setanin varð longd við trimum árum. Setanarskeiðið endaði sostatt í november 2015.

Granskingarnevndin gjørdi av at broyta starvssetanina til fast starv. Starvið var lýst leyst 1. september til setan 1. desember. Inn komu fýra umsóknir og nevndin var samd um at seta Anniku Sølvará í starvið.

Granskingarnevnd og Faknevnd
Tað eru tvær nevndir, sum viðgera mál um granskingarstuðul, tað eru Granskingarnevndin, sum er vald í eitt trý ára skeið, og Faknevndin, sum er vald í eitt fimm ára skeið. Hóast vit eru mitt í valskeiði, so eru nevndarlimir skiftir út í báðum nevndunum.

Í mai mánaði boðaði Shahin Gaini, nevndarlimur í faknevndini fyri Sjúkrakassagrunnin, frá, at hann vegna ov nógvar arbeiðsuppgávur ynskti at taka seg úr faknevndini. Hann fór frá 30. august. Jaspur Petersen, lækni, var annar av tilnevndu varalimunum og hann tók sæti sum limur í nevndini 1. september. Nevndin sæst her

Í Granskingarnevndini ynskti Ragnar Joensen, sum umboðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag at taka seg úr nevndini við ársskiftið. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælti Mentamálaráðnum til at tilnevna Duritu í Grótinum, góðskuleiðara í JFK, sum nevndarlim og hevur hon tikið við 1. januar 2016. Nevndin sæst her

Kunning um gransking
Granskingarráðið leggur stóran dent á at kunna alment um tær verkætlanir, sum verða stuðlaðar úr Granskingargrunninum, men eisini um gransking sum heild.

Kunning um allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, er í Stuðulsyvirlitinum

Farna árið hava vit javnan borið tíðindir á gransking.fo um granskarar, sum hava lokið ph.d., um greinir, sum eru komnar út, um tiltøk v.m. Tað eru send 16 tíðindabrøv út í 2015 til umleið 650 haldarar.

Granskingarráðið er eisini á Facebook og á LinkedIn, har til ber at fylgja við í tíðindum um gransking og annað í hesum sambandi.

Vit senda norska vísindablaðið fyri børn, Nysgjerrigper, út til allar skúlar í Føroyum fýra ferðir um árið. Blaðið kann eisini lesast her

Gott nýggjár
Vit ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár. Vit vóna at kunna bera nógv góð granskingartíðindi komandi árið eisini. Vita tit onkra søgu, sum vit átti at sagt frá, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo