Granskingarnevndin vald
Loksins eru limirnir til Granskingarnevndina tilnevndir. Kristina Háfoss, mentamálaráðharri, hevur tilnevnt 7 fólk í nevndina, sum avloysir Granskingarráðið. Nýggja nevndin skal næstu 3 árini m.a. tilluta stuðul til gransking, menning og nýskapan umframt at ráðgeva landsstýrið og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum.
Limirnir í Granskingarnevndin eru:
Martin Zachariassen, formaður, umboð vegna Mentamálaráðið
Maria Dam, umboð vegna Mentamálaráðið
Hans Jákup Joensen, umboð vegna Fiskimálaráðið
Janet F. Johannesen, umboð vegna Vinnumálaráðið
Sigurð Vang, umboð vegna Almanna- og Heilsumálaráðið
Marita Rasmussen, umboð vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag
Erland Viberg Joensen, umboð vegna løntakarafeløgini
Les meira á síðuni um Granskingarnevndina. Nýggja nevndin hittist fyrstu ferð í august mánaði. Tá skipar Granskingarráðið eisini fyri eini móttøku í sambandi við nevndarskiftið.