SEV vinnu phd.png
Skriva út
Lagt út: 26.10.2018

Granskingarnevndin stuðlar vinnu ph.d. um burðardygga elskipan í Føroyum

Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til eina vinnu ph.d.-verkætlan, sum SEV stendur á odda fyri. Stuðulin er 1 mió. kr.

Verkætlanin kallast “Trygdarveiting fyri einum støðugum elneti og eini álítandi elveiting í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum”. Partarnir í verkætlanini eru Helma Maria Tróndheim, orkuverkfrøðingur, SEV, Ålborg Universitet og Náttúruvísindadeildin á Setrinum.

Í stuttum snýr verkætlanin seg um at kanna, hvørji átøk skulu gerast fyri at tryggja støðufestið (stabilitetin) í elskipanini í einum avbyrgdum oyggjasamfelag sum Føroyar, har stórur partur av elframleiðsluni stavar frá óstøðugum orkukeldum sum t.d. vindi og sól.

Farið verður undir verkætlanina 1. november.

Royndarskipan við fígging frá vinnuni

Hetta er triðja vinnu ph.d.-verkætlanin, sum er játtað í 2018, og partur av fyrstu royndini í Føroyum við oyramerktum stuðli til vinnu ph.d.-verkætlanir.

Í august mánaði varð stuðul játtaður til tvær verkætlanir, onnur á LBF og hin á Hiddenfjord. Les meira her

Nógv hevur verið sagt og skrivað um slíka skipan frá almennari síðu, men higartil hevur peningur ikki verið játtaður á fíggjarlógini til endamálið.

Tá nevndin fyri Minningargrunnin fyri Dánjal Niclasen gjørdi av at avtaka grunnin og lata Granskingarráðnum peningin, gjørdi Granskingarnevndin av at royna vinnu ph.d.-skipan í Føroyum við hesum pengum.

Kunnað varð um skipanina og lýst eftir umsóknum við freist í mars. Umsóknirnar hava verið mettar av uttanhýsis serfrøðingum. Í viðgerðini hevur dentur verið lagdur á vinnuligan týdning og ávirkan, á fakliga góðsku og skipan av verkætlanini.

Serlig skipan fyri vinnu ph.d.

Ein vinnu ph.d.-verkætlan er skipað eftir einum føstum leisti, sum er nakað øðrvísi enn ein vanlig akademisk ph.d.-verkætlan. Ein ph.d.-kandidatur verður settur í starv í eini fyritøku og samstundis innskrivaður til ph.d.-lestur á einum universiteti. Harafturat kann talan vera um aðrar partar eisini, t.d. fleiri fyritøkur ella granskingarstovnar. Tað er fyritøkan, sum fær stuðul til verkætlanina, og sum rindar restina av kostnaðinum av verkætlanini, annaðhvørt sjálv ella í samstarvi við aðrar privatar partar. Tað er í stóran mun fyritøkan, sum avger, hvat verður granskað og hví, og úrslitini skulu oftast brúkast ítøkiliga í hesi fyritøkuni.

Mynd: SEV (c)