cadffde8116f524f04c6628bcd15f8bf.jpg
Skriva út
Lagt út: 18.12.2008

Granskingarkerv: nýtt útboð


12. desember kunngjørdi Europa kommissiónin eitt nýtt útboð á økinum granskingarkerv (Research Infrastructures) í serskránni Førleikar (Capacities). Umsóknarfreistin er 17. mars 2009, kl. 17:00.

Í hesum umfarinum er millum annað talan um møguleikar at fáa stuðul til verkætlanir, sum sameina granskingarvirksemi, netverks-virksemi og virksemi, sum hjálpir við at veita tænastur frá og atgongd til framúr góð granskingarkervi. Harafturat er eisini møguleiki at søkja um stuðul til stevnur og samskipandi virksemi, sum føra við sær politikkmenning í mun til altjóða samstarv innan e-kervi.

Umsóknirnar skulu liggja innanfyri yvirskriftina stuðul til longu virkin granskingarkervi. Hesuferð er serligur dentur lagdur á:

• KT-stuðla e-kervi
• Stuðul til politikkmenning og verkseting av granskingarskráum.


Tak niður neyðug skjøl í hesum sambandi her.
Les meir um granskingarkervi her.