e86f738ec49774091ad34586674cef3c.png
Skriva út
Lagt út: 27.05.2010

Gransking og menning skapir stóra virðisøking


Ein greining vísir, at fyritøkur sum hava luttikið í samstarvi við vitanarstovnar um gransking og menning hava ein munandi størri vøkstur enn líknandi fyritøkur, sum ikki hava samstarvað.

Ein fyritøka sum hevur gjørt íløgur í granskingar- og menningararbeiði við at luttaka í einum sokallaðum nýskapanartoymi (innovationskonsortium) við m.a. universitet fáa tey næstu tíggju árini ein virðisøking, sum er hægri enn líknandi fyritøkur, sum ikki hava luttikið í slíkum arbeiði. Munurin er ein tvey sifrað millióna upphædd.

Greiningin, ið er nýliga er útkomin, er gjørd av Centre for Economic and Business Research (CEBR) á Copenhagen Business School. Greiningin er gjørd við støði í kanningum av 220 fyritøkum, sum í tíðarskeiðinum 1995-2003 luttóku í nýskapanartoymi við lútvísari fígging frá Rådet for Teknologi og Innovation.

Rådet for Teknologi og Innovation hevur júst almannakunngjørt, at 6. september kl. 15 (donsk tíð) er næsta umsóknarfreist til at søkja um stuðul til nýskapanartoymi. Les meir her.

Greiningin kann takast niður her
(pdf).

Kelda: fist.dk