Gransking má raðfestast hægri
- Tað er harmiligt at staðfesta í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, at granskingargrunnurin, ið Granskingarráðið umsitir, enn einaferð ikki verður raðfestur hægri. Tað sigur Jan Rasmussen, yvirlækni og granskari á Landssjúkrahúsinum, í skrivi til miðlarnar í dag.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 verða játtaðar 7,5 mió krónur til granskingargrunnin. Jan Rasmussen, sum eisini er limur í nýggja Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, vísir á, at hetta er sama upphædd sum í 2016.
- Føroyska samfelagið skal og má vera eitt vitanarsamfelag. Tann nógva vitanin, ið kemur av arbeiðs- og vinnuroyndum er týdningarmikil, men okkum tørvar eisini eitt áhaldandi kanningararbeiði at tryggja, at vit kunnu vera oddafiskar í altjóða høpi innan fiskivinnu, alivinnu, byggivinnu, ferðavinnu, sjúkraviðgerð, útbúgving v.m. Tað merkir, at vit mugu granska í hesum viðurskiftum, og tað kostar pening, sigur hann millum annað í skrivinum.
Les viðmerkingarnar frá Jan Rasmussen til játtanina til gransking í fíggjarlógaruppskotinum her (vp.fo).