3e664f133d0188fb1187e3ebf537f213.jpg
Skriva út
Lagt út: 19.08.2015

Gransking í og av valskráunum til løgtingsvalið

Nógv verður sagt og skrivað og lyfti verða givin í sambandi við komandi løgtingsvalið. Vit hava lisið valskráirnar hjá flokkunum fyri at vita, hvat verður skrivað um gransking. Flestu skráirnar eru ikki so langar, so orðingarnar eru mest sum í stikkorðsformi uttan frágreiðingar ella grundgevingar.

Undantøkini eru hjá Javnaðarflokkinum, sum afturat stytru valskránni hevur kunngjørt eitt skjal, kallað Málsetningar fyri Javnaðarflokkin 2015-2019, og hjá Framsókn, sum undir yvirskriftini “Eitt tíðarhóskandi samfelag” hevur lagt eina drúgva valskrá fram. Tveir flokkar nevna ikki orðið gransking í valskráum sínum.

Niðanfyri hava vit tikið brotini um gransking fram og lagt leinki til valskráirnar.

Fólkaflokkurin
“Vit vilja fremja útbúgving, menning og gransking innan fiskivinnu fyri at økja úrtøkuna við somu veiðinøgd.”
Les alla valskránna

Sambandsflokkurin
Einki stendur um gransking.
Les valskránna

Javnaðarflokkurin
“Styrkja vinnugransking”.  Í málsetningunum stendur víðari: “Raðfesta gransking. Satsøkið er 10 milliónir kr. til vinnuliga gransking í fýra ár. Vinnan skal koma við einari krónu fyri hvørja krónu, tað almenna stuðlar við. Vinnan skal eisini eggjast til sjálv at styrkja gransking.” og “Ein útbúgvingar- og granskingarpolitikkur skal mennast á heilsuøkinum”.
Les valskránna  Les málsetningarnar

Nýtt Sjálvstýri
Einki stendur um gransking.
Les valskránna

Tjóðveldi

“Útbyggja Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlan og granskingina umframt bæði handaligar og bókligar miðnámsútbúgvingar.”
Les valskránna

Framsókn
Ein støðug eftirmeting og gransking skal tryggja okkum, at vit í Føroyum hava bæði ein góðan tíðarhóskandi fólkaskúla og ein miðnámsskúla, sum fyrireikar okkara unga fólk at taka við stórum ábyrgdum.
Framsókn miðar eftir framhaldandi at styrkja hægri lestur og gransking, bæði hvat játtanum og ymsum samstørvum viðvíkur.
Les valskránna

Miðflokkurin
“Menna útbúgvingarmøguleikar og gransking innan fiskivinnuna.”
Les valskránna