Gransking í ígerðarsjúkum í Føroyum á ECCMID
Fyrstu úrslitini frá ph.d. verkætlanini hjá Mariju T. Markovic, sum er stuðlað úr Granskingargrunninum, verða løgd fram á ECCMID 2015. Hetta er heimsins størsta ígerðasjúkuráðstevna og hon verður í København 25.-28. apríl 2015.
Á ráðstevnuni verður framløga av postara, við kunning um, hvørji virus og bakteriur geva føroyskum børnum bronkitis og lungnabruna. Framløgan verður seinnapartin 25. apríl.
Hetta eru fyrstu vísindaligu úrslitini burturúr FAPI verkætlanini hjá Mariju T. Markovic, sum arbeiðir á Landssjúkrahúsinum og er innskrivað til ph.d.lestur á Syddansk Universitet.
Skráin fyri ECCMID sæst her
Les um meira um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum