2569aa8c1f2829a5a7291e1f03070030.jpg
Skriva út
Lagt út: 06.06.2016

Gransking í broyting

Tá ið Carlos Moedas tók við sum kommisserur fyri gransking og nýskapan gjørdist hann skjótt varugur við, at hetta økið er í grundleggjandi broyting, og at fyritøkur og samfeløg eru í ferð við at leggja nýggjar leiðir fyri gransking og nýskapan. Samanumtikið hava nýggju tøkniligu møguleikarnir havt við sær, at vísindi og nýskapan eru vorðin alsamt meiri opin, fevna um breiðari samstørv og eru heimsumfatandi.

Visiónin fyri Evropa kann nú lesast í bóklinginum “Open Innovation, Open Science, Open to the World”.

Í kapitlinum um Open Innovation sæst, at Evropa skarar framúr á nógvum økjum, men at íløgurnar í nýskapan kundu verið størri og fleiri. Tí er Open Innovation nevnt, sum tað fyrsta málið. Evropa er fjølbroytt og vónin er, at næsta bylgjan á nýskapanarøkinum gevur viðgongd í Evropa. Við Open Innovation er ætlanin at broyta fortreytirnar soleiðis, at tilgongdin við nýskapan verður opin fyri øllum og at vitan verður flutt og umskapað til framleiðslur og tænastur, sum hava við sær nýggjar marknaðir, og sum ala upp nýggjar íverksetar.  

Evropa er stórsti framleiðari av vitan og við Open Science eru møguleikarnir nærum óendaligir. Dátur verða savnaðar inn beinleiðis frá fólki ella við snildfonum. Granskingarúrslit verða ikki longur liggjandi hjá granskarnum, tí nógv meira verður vunnið við at geva øðrum atgongd og møguleika at viðgera innsavnaði dáta. Fyri at tryggja, at Evropa gongur á odda í Open Science, verður arbeitt miðvíst við open access ella fríari atgongd til vísindaligt tilfar og útgávur, samstundis sum høgt góðskustøði verður sett fyri granskingina.  

Vísindi er opið samskifti, sum er savnandi og hugbindandi, og sum røkkur longri enn nógv politisk átøk. Evropa er leiðandi í vísindi og hetta eigur at geva eina leiðandi rødd í alheims orðaskiftum. Avbjóðingar á økjum sum orka, heilsa, matur og vatn eru alheims avbjóðingar. Evropa eigur at slóða vegin fyri víðfevndum samstørvum, sum kunnu hyggja at hesum avbjóðingum. Í kapitlinum um Open to the World verður víst á nyttuvirðið, sum Evropa fær við at satsa uppá gransking.

ES kommissiónin (European Commission's Directorate-General for Research & Innovation (RTD)) hevur givið út bóklingin við visiónini fyri Evropa, sum kann lesast her