Gransking av plast dálking í havinum skal samskipast betur
Tað finnast nú 690 ymisk sløg av størri havdjórum, har tað er staðfest, at tey eta plast. Frá tí minsta sjófuglinum til størstu hvalirnar er tað greitt, at plastik í sjónum er ein vaksandi globalur trupuleiki. Men líka síðan ljós av álvara bleiv varpað á hendan trupulleikan fyri 20 árum síðani, er tað lítið av samskipan ímillum einstakar verkætlanir, sum hava kannað hendan trupulleikan. Vansin við hesum er ein Bábelstorn støða, har granskarar hvør sínum lag gera egnar mannagongdir. Tí gerst tað trupult at gera objektivar samanberingar ímillum ymisk økir, djórasløg ella tíðarskeið, og somuleiðis gerst tað trupult at meta um, hvussu stórur globali trupulleikin er.
Hetta er avbjóðingin, sum nýggj review grein, sum Sjúrður Hammer er samhøvundi í, vil gera upp við. Við støði í tí gransking, sum er gjørd av plasti í sjófugli, millum annað eisini í Føroyum, leggur greinin fram nøkur tilmæli til standardisering av, hvussu plast í havdjórum skal rapporterast.
Í greinini, sum verður útgivin í tíðarritinum Analytical Methods undir Royal Society of Chemistry, vísa granskarar úr Kanada, Ný Sælandi, Avstralia, Bretlandi og Hollandi saman við Sjúrði Hammer á, at fyri at meira skal gerast fyri at kanna útbreiðslu og árin av plasti í havinum, er tørvur á, at granskingin verður standardiserað, og at hetta er ein neyðug fortreyt, um altjóða samfelagi skal hava nágreiniliga og nøktandi gransking at taka støðu út frá.
Greinin kallast “Quantifying ingested debris in marine megafauna: a review and recommendations for standardization” og um tú hevur hald, kann hon lesast her
Les um Sjúrð Hammer í Heilagrunninum
Sjúrður Hammer hevur ein blogg, har hann skrivar um ymiskt í sambandi við sína gransking, sí sjurdurh.wordpress.com