Gransking á JobMatch 08
Granskingarráðið luttekur á JobMatch 08, sum verður á Norðurbryggjuni 26. og 27. september 2008. Endamálið er at varpa ljós á starvsmøguleikarnar innan granskingarøkið í Føroyum og at fáa samband við føroyingar, sum arbeiða við gransking og menning í Danmark.
Ætlanin er at hava ein bás við kunning um allar granskingarstovnarnar í Føroyum. Talan verður um kunningartilfar, møguleika fyri skráseting í Heilagrunninum og kunning um stuðulsmøguleikar úr Granskingargrunninum. Eisini ber til at bíleggja tíð til eitt prát, um áhugi er fyri onkrum ítøkiligum øki ella stovni.
Umframt stjóran í Granskingarráðnum fara onnur umboð fyri granskingarumhvørvið eisini at verða við partar av stevnuni.
Send ein teldupost a gransking@gransking.fo ella ring á +298 567800, um tú vilt vita meira um Gransking á JobMatch 08.