Gransking á festivalum
Tónleikafestivalarnir um summarið eru annað og meira enn bara tónleikur og øl. Í Danmark eru fleiri granskarar til arbeiðis, m.a. á Roskilde festivalinum. Teir kanna hoyrnina hjá tónleikarum, hvat fartelefonir verða brúktar til, hvussu heilin ávirkast av tónleiki og rúsevnum og mangt annað.
Les meira á evnissíðuni hjá videnskab.dk har sagt verður frá um nýggja Ph.D. verkætlan á Sydddansk Universitet um hoyriskaðar hjá tónleikarum, um grundgransking á DTU í fartelefonnýtslu og um heilagransking á Neurobiologisk Forskningsenhed á Ríkissjúkrahúsinum.
Kanska føroyskir granskarar eisini hava onkra verkætlan klára nú Summarfestivalurin nærkast?...