Granskari: Hava vit umsorganarkreppu á dagstovnaøkinum?
Hava vit umsorganarkreppu á dagstovnaøkinum? Hetta spyr Greta Jiménez um í kjakgrein í Sosialinum farna vikuskifti.Greinin kann lesast her
Greta Jiménez hevur seinastu árini arbeitt við eini ph.d.-verkætlan um trivnað á dagstovnaøkinum. Hon skal verja ritgerðina á DPU fríggjadagin 8. september.
Ritgerðin kallast: "At ”reika” i den færøske daginstitution: En de-kolonial undersøgelse af trivsel i daginstitutionspolitik og praksis i rigsfællesskabet."
Les meira um ritgerðina her
Myndin av starvsfólkum og børnum, sum er í ritgerðini, er lænt frá Facebook-bólkinum Dagstovnanámsfrøði í Føroyum.