f373c3438b86e8382e4c3b6513bf5993.jpg
Skriva út
Lagt út: 26.11.2008

Granskarar úr Evropa á fundi í Føroyum

Í hesum døgum eru granskarar úr fleiri londum í Evropa á fundi í Føroyum í samband við granskingarverkætlanina PRONE (Precautionary Risk Methodology in Fisheries), sum er fíggað av ES.

PRONE er ein verkætlan innan fiskivinnuna, sum setur kikaran á, hvussu hóttanir / váðar verða fatað innan fiskivinnuumsiting í ES og í Norðuratlantshavi. Høvuðsendamálið við verkætlanini er at skapa betri skipanir til at meta um, hvørjar hóttanir fiskivinnan hevur, at betra um sjálva fiskivinnuumsitingina, og at skapa fortreytir fyri betri kunning og samskifti um hóttanir innan fiskivinnuna, t.d. um hóttanir fyri fiskastovnarnar.

Við í verkætlanini eru granskingarstovnar í Finlandi, Onglandi, Spaniu, Grikkalandi, og Íslandi. Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning umboðar Føroyar í verkætlanini. Universitetið í Portsmouth hevur umsitingarligu ábyrgdina av verkætlanini, meðan finski professarin, Sakkri Kuikka, er samskipari av verkætlanini. Verkætlanin fevnir um bæði lívfrøðiligar, búskaparligar og samfelagsvísindaligar tættir.

Verkætlanini hevur verið skipað sum samrøðukanningar við partarnar, ið varða av stýringini av fiskiskapi; fyrst og fremst fiskimenn, fiskifrøðingar, fiskivinnuumsitingin. Spurningarnir hava snúð seg um, hvussu hesi síggja størstu vandamálini í fiskivinnuni. Síðani eru sjónarmiðini samanborin, bæði millum ymsu partarnar í fiskivinnuni og ímillum ymsu londini í verkætlanini.

Umboð fyri vinnuna, fiskifrøðina og fiskivinnuumsitingina í Føroyum vórðu mánadagin boðin við til at meta um og kjakast um úrslitini. Talan var um sera áhugaverdan fund, har m.a. kjak var um avbjóðingar í samband við umsitingina av fiskivinnuni.

Úrslit frá verkætlanini eru eisini løgd fram á altjóða ráðstevnu í Vjetnam í juli og á árligu ICES ráðstevnuni, sum varð hildin í Halifax, Kanada, í september.

PRONE-verkætlanin endar við árslok.

Sí eisini www.socdev.fo