Granskarar hava ikki tíð at miðla
Fleiri danskir granskarar vilja ikki tosa við fjølmiðlar, tí tað tekur ov nógva tíð. Tað skrivar Journalisten, yrkisblaðið hjá donskum journalistum.
Ein teirra, ið er givin at taka telefonina, tá journalistar ringja, er Rasmus Elling, samfelagsfrøðingur og granskari á Keypmannahavnar Universiteti.
- Tað snýr seg ikki um, at eg ikki vil miðla mína vitan, men eg eri noyddur at raðfesta annað arbeiði, tí eg má eisini hugsa um mína yrkisleið, sigur hann.
Vísindaligar greinar telja meiri
Forkvinnan í Dansk Magisterforening, Camilla Gregersen, harmast um, at fleiri granskarar ikki halda seg hava stundir at tosa við fjølmiðlar.
- Hetta er ein størri trupulleiki, enn vit hava givið okkum far um. Tað verður tosað nógv um, hvussu stóran týdning tað hevur at miðla gransking. Men vísindaligar greinar telja meira á CVnum, og tí verða tær raðfestar fram um miðling til almenningin, sigur hon.
Hon heldur, at bæði stuðulsveitarar og leiðslur á granskingarstovnum eiga at skapa betri karmar fyri arbeiðnum hjá granskarum, so teir fáa umstøður og tíð til eisini at luttaka í almenna orðaskiftinum.
- Tað er vandamikið, um granskarar ikki vilja deila sína vitan við almenningin, tí vitan brynjar okkum til framtíðina. Granskingargrundað vitan er við til at hækka støðið í samfelagskjakinum og hevur sera stóran týdning fyri menningina av samfelagnum. Tað er avgerandi, at vitan, ið verður framleidd á universitetum, kemur út og fær lív, so vit øll gerast klókari og betri før fyri at taka avgerðir á upplýstum grundstøði, sigur Camilla Gregersen.
Miðling við í starvslýsing
Ein granskingarstovnur, ið hevur gjørt nakað við trupulleikan, er Dansk Institut for Internationale Studier, sum metir miðling sum eina kjarnuuppgávu hjá granskarum. Granskarar á stovninum verða bidnir um at skráseta allar fjølmiðlasamrøður í skrásetingarskipanini PURE.
Í starvslýsingini hjá granskarum á DIIS stendur, at væntað verður, at teir brúka 20 prosent av tíðini til miðling, fyrisiting og granskaraútbúgving. Afturfyri hava granskararnir ikki skyldu at undirvísa.
- Vit viðurkenna, tá ein granskari hevur klárað seg væl í miðlunum, og tað telur við í lønarsamráðingum. Vit brúka nógva orku á samskiftisdeildini til at hjálpa granskarum við miðling, tá teir hava tørv á tí. Og vit leggja stóran dent á týdningin av at fáa granskingarúrslit út í miðlarnar, sigur Kristian Fischer, stjóri í DIIS.
Ein granskari á stovninum, ið hevur verið nógv frammi í miðlunum seinastu tíðina, er Alberte Bové Rud, sum er við at leggja seinastu hond á ph.d.-verkætlan sína um italskan politikk.
- Eg veit, at um ein journalistur ringir, so telur samrøðan við í mínum arbeiðstímum. Tí kennist tað ikki sum ein byrða at miðla, og eg sigi ja til allar fyrispurningur, um tað á nakran hátt ber til hjá mær, sigur hon.