Google Wave – framtíðar samskiftis pallurin hjá granskarum?
Hugsa tær eitt forrit, sum loysir eina og hvørja samskiftisuppgávu á alnetinum.
Hugsa tær, um tín t-postur, títt tjatt forrit, skrivi forrit, wikipedia, bloggir, sosial netverk og alt møguligt annað, sum tú brúkar til at samskifta við á netinum, varð smeltað saman til ein kunningarstreym – eina aldu.
Hetta er nevniliga tankin hjá amerkanska KT-risanum Google, sum skjótt verður til veruleika. Google Wave er heitið á nýggju samanrenningini, ið hevur somu upphavsmenn sum Google Maps, nevniliga donsku brøðurnir Lars og Jens Eilstrup Rasmussen.
Skipanin verður í hesum døgum royndarkoyrd.
Biokemikarin Cameron Neylon frá University of Southampton, er ein av teimum umleið 100 vísindafólkunum, sum longu hava roynt Google Wave.
“Talan er um eitt samskiftisamboð, sum í grundini er ein samanblanding av t-post forritinum og tjatt forritinum. Tú kanst ímynda tær eina ‘wave’ – ella hvønn t-post – sum eitt smidligt skjal, sum gevur samstarvsfeløgum møguleika fyri at tjatta og broyta í skjalinum í ‘realtime’, sigur Cameron Neylon til Nature News.
Ein sonevnd ‘wave’ er í grundini eitt opið skjal í kagaranum, sum fleiri persónar frá hvør síni teldu samstundis kunnu skriva í. Umframt at skriva, so kunnu tey eisini seta inn myndir, ljóð, grafar, video og mangt annað.
Í veruleikanum er tað nærum óavmarkað, hvat kann gerast við hesi felags skjølini, tí tað er møguligt fyri brúkararnar sjálvar at menna ‘hjálpi-robottar’ til Google Wave, sum kunnu vera tíðarsparandi.
Neylon sigur, at hesir robottarnir – ella forritini – gera tað møguligt at slóða til onnur relevant vísindalig skjøl og at strika undir tekst, so t.d. at hugtøk, sum snúgva seg um eggjahvítaevni av sær sjálvum verða knýtt at einum dátugrunni við skráseting av eggjahvítaevnum. Eisini kunnu hesi skjølini taka inn upplýsingar uttanífrá og gera livandi grafar, sum verða dagførdir, tá upplýsingarnir broytast.
Nýggja skipanin frá Google kann sambært Neylon brúkast til skriva betri vísindaligar greinir á ein skjótari hátt. Eisini ímyndar hann sær, at skipanin kann brúkast í sjálvari granskingartilgongdini.
Sambært videnskab.dk, so er spurningurin bert um skipanin verður ov torfør at nýta hjá granskarum og harvið kemur at forða teimum í at nýta hana.
“Júst nú tykist skipanin at vera torfør at nýta. Fleiri av teimum, sum hava hugt eftir henni, eru tí stygd burtur. Men møguleikarnir eru ovurstórir. Eg kann ímynda mær, at granskarar fara at taka skipanina líka skjótt til sín, sum tá t-posturin spjaddist millum akademikarar í 80’unum og 90’unum. Men tað er sjálvandi langt frá vist, at so verður”, sigur biokemikarin.
30. september verða teir fyrstu 100.000 vanligu brúkararnir bodnir við í skipanina. Um tú ynskir at vera ein teirra, so kanst tú tilmelda teg her: Google Waves
Kelda: videnskab.dk