Góður várgróður gevur meira og betri yngul
Ein vísindalig grein um samband millum várgróðurin og yngul á Landgrunninum er almannakunngjørd í tíðarritinum Frontiers in Marine Science. Sólvá Jacobsen hevur skrivað greinina í samstarvi við aðrar granskarar. Greinin kallast “Environmentally Driven Ecological Fluctuations on the Faroe Shelf Revealed by Fish Juvenile Surveys” og kann lesast her.
Á hav.fo skriva tey um greinina:
Síðani 1983 hevur Havstovan í seinnu helvt av juni á hvørjum ári kannað nøgdir og støddir av yngli á Landgrunninum.
Flestu av okkara fiskasløgum, harímillum toskur og hýsa, gýta um várið og yngulkanningin í juni gevur okkum eina fyrstu ábending um, hvussu tilgongdin til hesar báðar fiskastovnarnar møguliga fer at eydnast. Yngul frá nebbasild og hvítingsbróðuri, sum eru føði hjá toski, hýsu, upsa og sjófugli, verða eisini fingin á yngultúrinum.
Nýggja greinin lýsir, hvussu nøgdirnar og støddirnar av yngli hjá hesum 4 nevndu fiskasløgum skifta ímillum ár. Tað er eitt positivt samband ímillum nøgdir og støddir av yngli, soleiðis at tá nógv er av yngli, so er hann stórur og umvent. Harumframt fylgjast øll 4 sløgini tvs. at nøgdin og støddin á ynglinum skiftir á sama hátt ímillum ár fyri øll sløgini. Út frá hesum, er eitt nýtt yngulvísital gjørt.
Samanberingar ímillum yngulvísitalið og gróðurvísitalið á Landgrunninum vísir, at yngulin er betri fyri, tá ið várgróðurin er góður. Eisini ávirkar nøgdin av tøðevnum í havinum rundan um okkum gróðurin (Mynd 3). Hettar bendir á, at yngulin hevur meira føði - sum um hettar mundi er djóraæti – um várið, tá gróðurin er góður, enn tá minni gróður er. Aldursgreiningar av toskayngli vístu somuleiðis, at yngulin veksur betri og at minni doyr burturav, tá ið vit hava nógvan várgróður.
Les meira á hav.fo
Granskingarráðið og Statoil hava stuðlað arbeiðinum.