a5d63d6b2b3cde4945003a0d014a4e7b.jpg
Skriva út
Lagt út: 11.11.2015

Góðir stuðulsmøguleikar hjá vinnuni í Horizon 2020

Mándagin 9. november vóru tveir almennir kunningarfundir um Horizon 2020, har serfrøðingar úr Brússel greiddu frá um møguleikar hjá føroyskum stovnum og fyritøkum at luttaka í evropeiskum verkætlanum við stuðli frá Horizon 2020.

Fleiri enn 60 fólk nýttu høvi at hoyra Anne Haglund-Morrissey og Anna-Karin Runemo greiða frá. Serligur dentur var á møguleikarnar hjá vinnufyritøkum, tí hesin parturin er nýggjur í mun til undanfarnar granskingarskráir.

Anna-Karin Runemo starvast hjá EASME (Executive Agency for SMEs), sum er skrivstovan, ið tekur sær av umsóknum frá fyritøkum. SME stendur fyri Small and Medium-sized Enterprises.

Fyritøkur hava møguleika at søkja einsamallar í útboði, sum nevnist SME Instrument, og nógv varð gjørt burturúr at greina hendan møguleikan. Søkt kann verða um stuðul til at menna eina framleiðslu, tænastu ella líknandi. Greitt var frá umsóknarumførunum, hvussu viðgerðin gongur fyri seg og hvørjar stuðulsupphæddir talan kann verða um.

Tað er einki mark fyri, hvussu lítil ein fyritøka kann vera. Flestu fyritøkur, sum søkja í hesum útboðunum, eru smáar við færri enn 10 starvsfólkum. Fyritøkan skal kunna vísa á marknaðin, menningarmøguleikar og hava førleikar til at átaka sær uppgávuna. Best er, um framleiðslan er somikið búgvin, at frumsnið fyriliggur.

Eydnast tað at fáa stuðul, sær EASME til, at fyritøkan fær neyðuga ráðgeving um t.d. víðari menning og patent. Tað eru tríggjar fasur, sum søkjast kunnu í. Í fyrstu fasuni verður stuðul á 50.000 evrur latin til neyvari kanning av ætlaðu framleiðsluni fyri at gera hana búna til marknaðin. Í aðru fasuni kann stuðul verða latin í mun til støddina á verkætlanini og fíggjartørvin. Vanligu stuðulsupphæddirnar eru millum 0,5 og 2,5 mill. evrur. Umframt stuðul í teimum fyrstu fasunum, kann verða søkt um lán hjá evropeisku fíggingarstovnunum.

Føroyskar fyritøkur kunnu søkja stuðul á jøvnum føti við fyritøkur í Evropa. Higartil eru tríggjar føroyskar umsóknir skrásettar hjá EASME, harav ein hevur fingið játtað stuðul á 50.000 evrur. Talan er um fyritøkuna Frama, sum arbeiðir við verkætlan, ið skal basa laksalús. Jákup Bech Jensen umboðandi fyritøkuna greiddi á fundinum í Vinnuhúsinum stutt frá um virksemið, hvussu umsóknin varð tilevnað og at teir ætla at søkja í fasu tvey um eitt ár ella so, tá ið komið er á mál við fyrsta partinum av verkætlanini.

Tá ið umsókn verður send til Horizon 2020, verður hon mett av fakfólkum og fær próvtal. Um hon ikki fær nóg høga meting, so verður noktandi svar givið umsøkjaranum. Tá ber til at betra umsóknina og senda hana inn aftur. Í SME Instrument er ikki vanlig umsóknarfreist. Hinvegin eru 4 “cut-off” dagar um árið, tá ið innkomnar umsóknir verða viðgjørdar. Umsóknin hjá Frama varð send inn tvær ferðir.

Umframt framløguna um SME Instrument varð eisini kunnað um skipan, sum kallast Fast Track to Innovation, stytt FTI, um flytførisskipanina Marie Skłodowska-Curie actions, stytt MSCA, og meira alment um Horizon 2020.

Fitt av spurningum vóru á fundunum og ymsir møguleikar umrøddir.

Niðanfyri er atgongd til framløgurnar frá fundunum 9. november.

SME Instrument og Fast Track to Innovation

Marie Skłodowska-Curie Actions

Horizon 2020