cadffde8116f524f04c6628bcd15f8bf.jpg
Skriva út
Lagt út: 18.03.2008

Góðir leiðarar og neyvar ætlanir krevjast

12. og 13. mars skipaði NordForsk fyri ráðstevnu við heitinum NCoE Experience. Talan var um eina umrøðu og eftirmeting av skipanini hjá NordForsk, sum letur stuðul til sterk granskingarnetverk í norðurlondum, kallað Nordic Centres of Excellence.

Tvær høvuðsniðurstøður kunnu gerast frá ráðstevnunu: "Legg dent á góðar leiðslueginleikar" og "Legg frá fyrsta deg ætlanir fyri, hvussu verkætlanirnar skulu enda".

Leiðsla
Ein av forsprákarunum fyri hesum ráðunum var Ruprecht Jaenicke, professari, sum er limur í Scientific Advisory Board (SAB) fyri NCoE-verkætlanina Global Change. "Kvalitativ sterk leiðsla, saman við vísindaligari góðsku átti at verið partur av kriteriunum, sum vera brúkt til at velja bestu sentrini", segði Ruprecht m.a. í sínum unnleggi.

Tað er trupult at eyðmerkja góða leiðslu. Hægsta vísindaliga góðskan er munandi lættari at eyðmerkja, sambært Jeanicke, tí tað finnast ymsar raðfestingar og mát, sum kunnu hjálpa í eini slíkari meting. "Tað er tann góða leiðslan, sum er trupul at velja út", segði hann.

Miðling
Jaenicke legði eisini stóran dent á týdningin av granskingarmiðling. Ein av týdningarmiklu uppgávunum hjá SAB er at eggja til net-baserað virksemi og til virksemi, sum kann fremja almennu fatanina av og stuðulin til gransking, segði hann.

Føroysk umboðan
Tað vóru gott 100 luttakarar á ráðstevnuni. Norðurlendskir og altjóða granskarar, umboð fyri national granskingarráð, leiðarar fyri NCoE og limir í altjóða vísindanevndunum fyri ymsu verkætlanirnar vóru við. Eyðun Andreassen, formaður, og Annika Sølvará, stjóri, vóru við frá Granskingarráðnum.