42bd76cb2e1db1d5d5525a1f1f226a98.JPG
Skriva út
Lagt út: 07.11.2011

Góð ráð um, hvussu ull kann vaskast

Nú veturin nærkast verða troyggjur, vøttir, hosur og húgvur funnar fram. Altjóða ullavika var mitt í oktober. Í hesum sambandi løgdu granskarar frá Statens institutt for forbruksforskning (SIFO) í Norra í vikuni fram eina frágreiðing við úrslitum av ymsum royndum um, hvussu pløgg úr ull best kunnu viðfarast. Kanningarnar eru gjørdar, tí tað finnast nógvar mytur um ullahandfaring og -vask.

Uttan iva eru tað nógv í Føroyum, sum av egnum royndum vita nógv at tí, sum granskararnir eru komnir fram til. Okkurt nýtt er kortini at lesa í greinini Myter og sannheter om ullvask, sum kann takast niður av heimasíðuni hjá SIFO.

Nakrar av niðurstøðunum í kanningini eru at
- tað ber til at kóka pløgg úr ull, uttan at tey tódna. Tað avgerandi er, at tað pløggini liggja í frið, tí tað er rørslan saman við nógvum hita, sum fær pløggini at tódna.
- tað ber væl til at sentrifugera pløgg úr ull í vaskimaskinu við nógvum snúningum.
- tað ber væl til at vaska onnur pløgg saman við ull í vaskimaskinu, hitin má bara ikki vera ov nógvur.
- tað er týdningarmikið at brúka serligt vaskievni til ull, tí enzymir í vanligum vaskievni fara illa við ullini.

Les meira um ullagranskingarverkætlanina hjá SIFO